1
Hitt almenna bræv Jákups 1:2-3
BÍBLIA
Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð.
Compare
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:2-3
2
Hitt almenna bræv Jákups 1:5
Men um einumhvørjum av tykkum fattast vísdóm, tá biði hann Guð, sum gevur øllum gjarna og uttan átalur, og honum skal verða givið.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:5
3
Hitt almenna bræv Jákups 1:19
Tað vita tit, elskaðu brøður mínir! Men hvør menniskja veri snar til at hoyra, sein til at tala, sein til vreiði
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:19
4
Hitt almenna bræv Jákups 1:4
Men tolmóðin eigur at fáa fullbúgvið verk, til tess at tit mega vera fullkomnir og albúnir, og tað ikki vantar á hjá tykkum í nøkrum.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:4
5
Hitt almenna bræv Jákups 1:22
Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:22
6
Hitt almenna bræv Jákups 1:12
Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting; tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað teimum, sum elska hann.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:12
7
Hitt almenna bræv Jákups 1:17
Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:17
8
Hitt almenna bræv Jákups 1:23-24
Tí at um einhvør hoyrir orðið og ikki ger eftir tí, tá er hann líkur manni, sum skoðar sín náttúrliga andlitsskap í spegli; tí at hann skoðar seg sjálvan og fer avstað og gloymir við tað sama, hvussu hann sá út.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:23-24
9
Hitt almenna bræv Jákups 1:27
Ein rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Guði og faðirinum er hetta: at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at varða seg sjálvan óspiltan av heiminum.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:27
10
Hitt almenna bræv Jákups 1:13-14
Eingin má siga, tá ið hann verður freistaður: «Eg verði freistaður av Guði;» tí at Guð er ikki freistaður av illum, og sjálvur freistar hann ongan. Men ein og hvør verður freistaður, tá ið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:13-14
11
Hitt almenna bræv Jákups 1:9
Men hin lágt setti bróðirin rósi sær av hálæti sínum
Explore Hitt almenna bræv Jákups 1:9
YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy
Home
Bible
Plans
Videos