1
Jesaja 1:18
BÍBLIA
Komið, latum okkum fara fyri rættin, sigur Harrin. Um syndir tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull.
Compare
Explore Jesaja 1:18
2
Jesaja 1:19
Eru tit lýdnir og hoyriligir, skulu tit njóta góðgæti landsins.
Explore Jesaja 1:19
3
Jesaja 1:17
Lærið at gera tað góða, leggið dent á tað, sum rætt er, hjálpið neyðstøddum, fremjið rættin hjá faðirloysingum og verjið mál einkjunnar.
Explore Jesaja 1:17
4
Jesaja 1:20
Men berast tit undan og verða tvørlyndir, tá skulu tit týnast fyri svørði, tí at muður Harrans hevur talað.
Explore Jesaja 1:20
5
Jesaja 1:16
Tváið tykkum, reinsið tykkum og fáið illgerðir tykkara burtur frá ásjón míni; lættið av tí illa.
Explore Jesaja 1:16
6
Jesaja 1:15
Og tá ið tit bønandi breiða út hendur tykkara, lati eg eygu míni aftur fyri tykkum; og hvussu mangar bønir tit biðja, vil eg kortini ikki hoyra tykkum, tí at hendur tykkara eru fullar av blóði.
Explore Jesaja 1:15
7
Jesaja 1:13
Berið ikki fram fleiri fánýtt grónoffur; tey eru mær ein andstyggiligur offurroykur. Sólkomudagar, hvíludagar og veitslufundir – eg torgi ikki órætt og hátíðarstevnu.
Explore Jesaja 1:13
8
Jesaja 1:3
Oksin kennir ánara sín og asnin krubbu húsbónda síns, men Ísrael veit einki, fólk mítt kann einki fata.
Explore Jesaja 1:3
9
Jesaja 1:14
Sólkomudagar og hátíðir tykkara hatar sál mín; tær eru mær ein byrði, sum eg eri móður av at bera.
Explore Jesaja 1:14
YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy
Home
Bible
Plans
Videos