Tí at tað hevði verið betri fyri teir, at teir ikki høvdu verið kunnugir við rættferðar vegin, enn at teir vóru vorðnir kunnugir við hann og so venda sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, sum teimum var givið. Tað hevur gingist teimum eftir hinum sanna orðtakinum: «Hundur vendir aftur til spýggju sína, og, tvigin súgv til at velta sær í skarni.»