성경 앱 로고
검색 아이콘

Fjórða Mósebók 27

27
Um arvarætt døtra
1Tá komu døtur Zelofhads Heferssonar, Gileadssonar, Mákirssonar, Manassesonar av ættargreinum Manasse Jósefssonar; nøvn teirra vóru Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza. 2Tær gingu fram fyri Móses og Eleazar prest og fyri høvdingarnar og allan savnaðin fyri durum samfundartjaldsins og søgdu: 3«Faðir okkara fórst í oyðimørkini – men var tó ikki í hóslag við floksfeløgum Kóra, teimum, ið tóku seg saman ímóti Harranum; men vegna sínar egnu syndir doyði hann – og hann átti ongar synir. 4Hví skal nú navn faðirs okkara strikast út úr ættartali hans, fyri tí at hann ongar synir átti? Gev tí okkum óðal millum brøðra faðirs várs.» 5Móses legði tá mál teirra fram fyri Harran.
6Og Harrin segði við Móses: 7«Rætt er tað, sum døtur Zelofhads siga; gev teimum arvajørð saman við brøðrum faðirs teirra og lat arvin eftir faðir teirra ganga yvir til teirra. 8Og til Ísraelsmenn skalt tú tala soleiðis: Doyr maður og eigur ongan son, skulu tit lata arvajørð hans ganga yvir til dóttur hans. 9Og eigur hann onga dóttur, skulu tit geva brøðrum hans arvajørðina eftir hann. 10Eigur hann heldur ongar brøður, skulu tit geva faðirs brøðrum hans arvajørðina eftir hann. 11Og eigur faðir hans ongar brøður, skulu tit geva næsta skyldmanni hans arvajørðina eftir hann, honum skal tað ognast. Hetta skal hjá Ísraelsmonnum vera lóg og rættur, eins og Harrin hevur fyriskipað við Mósesi.»
Jósva skipaður eftirmaður Mósesar
12Síðan segði Harrin við Móses: «Far niðan á Ábarim fjallið her og lít út yvir landið, sum eg havi givið Ísraelsmonnum. 13Og tá ið tú hevur litið at tí, skalt eisini tú savnast til fedra tína eins og bróðir tín Áron – 14aftur fyri at tit vóru boði mínum ólýdnir í Zin oyðimørk, tá ið fólkið meylaði, og tit skuldu halga meg í eygum teirra við at lata vatn streyma fram.» Tað er vatnslindin Meriba við Kádesj í Sinai oyðimørk.
15Tá talaði Móses við Harran og segði: 16«Mátti tú, Harrin, Guð lívsandans í øllum holdi, sett mann yvir savnaðin, 17sum kann vera á odda fyri teimum bæði á útferð og heimferð og leiða teir, so at savnaður Harrans ikki skal vera eins og seyður, ið ongan hirða hevur.» 18Tá segði Harrin við Móses: «Tak tær Jósva Nunsson, mann, sum andi er í, og legg hond tína á hann; 19leið hann fram fyri Eleazar prest og fram fyri allan savnaðin og skipa honum í embæti fyri eygsjón teirra; 20og tú skalt lata nakað av tign tíni koma yvir hann, til tess at allur savnaður Ísraelsmanna má lýða honum. 21Hann skal ganga fyri Eleazar prest, og Eleazar skal veita honum úrskurð við Urim fyri ásjón Harrans; eftir boði hans skulu teir ganga út, og eftir boði hans skulu teir ganga inn, hann og allir Ísraelsmenn við honum, allur savnaðurin.» 22Og Móses gjørdi, eins og Harrin hevði boðið honum; hann tók Jósva og leiddi hann fyri Eleazar prest og fram fyri allan savnaðin, 23legði tínæst hendur sínar á hann og skipaði honum í embæti, eins og Harrin hevði boðið við Mósesi.

선택된 구절:

Fjórða Mósebók 27: FB

하이라이트

복사

비교

공유

None

모든 기기에 하이라이트를 저장하고 싶으신가요? 회원가입 혹은 로그인하세요