1
Fjórða Mósebók 21:8
BÍBLIA
FB
Og Harrin mælti við Móses: «Ger tær koparorm og set hann upp á stong; tá skal hvør, ið bitin er, verða á lívi, um hann lítur at honum.»
비교
Fjórða Mósebók 21:8 살펴보기
2
Fjórða Mósebók 21:9
Móses gjørdi orm av kopari og setti hann upp á stong. Og hvørja ferð maður varð bitin av ormi, og hann leit at koparorminum, varð hann verandi á lívi.
Fjórða Mósebók 21:9 살펴보기
3
Fjórða Mósebók 21:5
og fór at tala móti Guði og Mósesi: «Hví leiddu tit okkum út úr Egyptalandi til at doyggja í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og okkum stendst við henda ringa mat!»
Fjórða Mósebók 21:5 살펴보기
4
Fjórða Mósebók 21:6
Tá sendi Harrin eiturormar mitt upp í fólkið, og teir bitu fólkið, so at fjøldir doyðu av Ísrael.
Fjórða Mósebók 21:6 살펴보기
5
Fjórða Mósebók 21:7
Tá kom fólkið til Mósesar og segði: «Vit hava syndað við at tala móti Harranum og tær. Men bið tú nú til Harrans, at hann má lata ormarnar fara frá okkum.» Tá bað Móses fyri fólkinum.
Fjórða Mósebók 21:7 살펴보기