Fyrra Korintbrævið 6

6
Hini kristnu eiga ikki at lata síni egnu viðurskifti døma av heidnum dómstólum
1Kann nakar av tykkum troysta sær, tá ið hann hevur søk móti einum øðrum, at lata tað koma undir dóm hjá hinum órættvísu og ikki hjá hinum heilagu? 2Ella vita tit ikki, at hini heilagu eiga at døma heimin? Men skal heimurin verða dømdur av tykkum, eru tit tá óverdugir at døma í hinum minstu søkum? 3Vita tit ikki, at vit eiga at døma einglar? Hvat tá í tímiligum viðurskiftum! 4Tá ið tit so hava sakarmál um tímilig viðurskifti, seta tit tá teir menn til dómarar, sum einki eru virdir í kirkjuliðinum? 5Tykkum til skammar sigi eg hetta. Er tá ikki ein einasti skilamaður til tykkara millum, sum er førur fyri at skilja trætuna fyri bróður sín? 6Men bróðir hevur søk við bróður, og tað fyri vantrúnum! 7Annars er tað nú longu ein minkan fyri tykkum, at tit hava sakarmál hvør við annan. Hví líða tit ikki heldur órætt? Hví lata tit ikki heldur verða tikið frá tykkum? 8Men tit gera órætt, og tit taka, og tað frá brøðrum! 9Ella vita tit ikki, at órættvísir ikki skulu arva Guðs ríki. Villist ikki! Hvørki siðloysingar ella avgudadýrkarar ella horkallar ella teir, sum lata seg brúka til ónáttúrligt ólevnað, ella teir, sum fremja slíkt ólevnað, 10ella tjóvar ella gírugir ella drykkjumenn ella illmælismenn ella ránsmenn skulu arva Guðs ríki. 11Og hetta vóru tit, summir av tykkum. Men tit vórðu tváaðir, ja, tit vórðu halgaðir, tit vórðu rættvísgjørdir í navni Harrans Jesu Krists og í anda Guðs várs.
Hitt kristna frælsið eigur ikki at verða nýtt til ólevnað
12Alt er mær loyvt; men ikki alt er gagnligt. Alt er mær loyvt, men eg skal ikki lata nakað fáa vald á mær. 13Maturin er fyri búkin, og búkurin fyri matin; men Guð skal gera enda bæði á øðrum og øðrum. Men likamið er ikki fyri hordóm, men fyri Harran, og Harrin fyri likamið. 14Og bæði hevur Guð vakt upp Harran, og skal uppvekja okkum við kraft síni. 15Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Krists? Skal eg tá taka limir Krists og gera teir til skøkju-limir? Á ongum sinni! 16Ella vita tit ikki, at tann, sum heldur seg aftur at skøkjuni, er eitt likam saman við henni? «Tí at tey tvey,» sigur hann, «skulu verða eitt hold.» 17Men tann, sum heldur seg aftur at Harranum, er ein andi saman við honum. 18Flýggið hordómin! Ein og hvør synd, sum menniskjan annars kann gera, er uttan fyri likamið. Men tann, sum drívur hor, syndar móti sínum egna likami. 19Ella vita tit ikki, at likam tykkara er tempul heilaga andans, sum er í tykkum, og sum tit hava frá Guði, og at tit ikki eru tykkara egnu? 20Tí at tit eru keyptir dýrt. Ærið tí Guð í likami tykkara!

Tällä hetkellä valittuna:

Fyrra Korintbrævið 6: FB

Korostus

Kopioi

Vertaa

Jaa

None

Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään