YouVersion Logo
Search Icon

Jóhannesar opinbering 1

1
Inngangur
1Opinbering Jesu Krists, sum Guð gav honum, til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt fer at henda. Og hann sendi boð við eingli sínum og sýndi tað í teknum fyri Jóhannesi, tænara sínum, 2sum hevur vitnað um Guðs orð og um vitnisburð Jesu Krists, alt tað sum hann sá. 3Sælur er tann, sum lesur, og teir, sum hoyra orð profetadómsins og varðveita tað, sum skrivað er í honum, tí at tíðin er í nánd.
Heilsan
4Jóhannes til hini sjey kirkjuliðini, sum eru í Ásiu: Náði veri við tykkum og friður frá honum, sum er, og sum var og sum kemur, og frá hinum sjey andunum, sum eru framman fyri hásæti hansara, 5og frá Jesusi Kristi, honum, sum er hitt trúgva vitnið, honum, sum er hin frumgitni av teimum deyðu, og honum, sum er høvdingi yvir kongum jarðarinnar; honum, sum elskaði okkum og loysti okkum frá syndum okkara við blóði sínum, 6og gjørdi okkum til kongaríki og til prestar hjá Guði og faðir sínum. Honum veri dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir! Amen.
Kristus kemur
7Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann, og eisini teir, sum stungu hann, og allar ættargreinir á jørðini skulu gráta so sáran uppi yvir honum. Ja, Amen. 8Eg eri Alfa og Omega, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi.
Jóhannes undir andans mátti og fær boð um at skriva
9Eg, Jóhannes, bróðir tykkara og felagi í trongdini og kongaríkinum og tolmóðini í Jesusi, var á oynni, sum eitur Patmos, fyri Guðs orðs og Jesu vitnisburðar sakir. 10Eg varð burtur ryktur í andanum Harrans dag, og eg hoyrdi aftan fyri meg hart mál, sum var tað frá einum lúðri, 11sum segði: «Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað hinum sjey kirkjuliðunum, til Efesus, og til Smýrnu, og til Pergamos, og til Týatíru, og til Sardes, og til Filadelfiu og til Laodikeu. 12Og eg vendi mær við til at síggja, hvat tað var fyri mál, sum talaði við meg; og tá ið eg vendi mær við, sá eg sjey gullljósastakar, 13og millum ljósastakanna einhvønn, líkan einum menniskjusyni, klæddan í fótsíðum kyrtli og spentan við gullbelti um bringuna; 14men høvur hansara og hár var hvítt, som hvít ull, sum mjøll; og eygu hansara sum eldslogi; 15og føtur hansara líktust skínandi málmi, sum verður gløddur í ovni, og rødd hansara var sum ljóð av mongum vøtnum. 16Og hann hevði í høgru hond síni sjey stjørnur, og úr munni hansara gekk út tvíeggjað, hvast svørð; og ásjón hansara var sum sólin, tá ið hon skínur í magni sínum. 17Og tá ið eg sá hann, fall eg niður fyri føtur hansara, sum var eg deyður, og hann legði høgru hond sína á meg og segði: 18«Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti og hin síðsti og hin livandi; og eg var deyður, men sí, eg eri livandi um aldur og allar ævir; og eg havi lyklar deyðans og heljar. 19Skriva nú tað, sum tú sást, bæði tað, sum er, og tað, sum henda skal eftir hetta, 20loyndardómin um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond míni, og hinar sjey gullljósastakarnar. Tær sjey stjørnurnar eru einglar hjá hinum sjey kirkjuliðunum, og teir sjey ljósastakarnir eru sjey kirkjulið.»

Currently Selected:

Jóhannesar opinbering 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy