YouVersion Logo
Search Icon

Orðtøk Sálomons 1

1
Inngangur
1Orðtøk Sálomons, Dávidssonar, Ísraels kongs, 2til at læra vísdóm og aga, at fata skilagóð orð, 3til at nema aga og vit, rættlæti, rættvísi og rættferð, 4til at veita teimum óroyndu ráð, teimum ungu kunnskap og skil – 5hin vísi skal lýða á og økja sín lærdóm, hin vitri skal læra seg lívsreglur góðar – 6til at skilja orðtøk og líknilsi, vísmanna orð og gátur teirra.
Ávaring móti at gera ilt
7Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, vitsku og aga vanvirða dárar. 8Lýð tú, sonur, mín, á áminning faðirs tíns og vraka ikki rættleiðing móður tínar; 9tí at tær eru yndisligur kransur á høvdi tínum, ein dýrabar keta um háls tín. 10Sonur mín, tá ið syndarar lokka teg, tá eftirlíka teimum ikki. 11Tá ið teir siga: «Kom tú við okkum! Lat okkum leggjast á loynum til manndráps, søkja at sakleysum manni uttan grund; 12vit skulu gloypa teir livandi eins og hel, við húð og hári eins og teir, ið eru farnir til moldar. 13Alskyns dýrar lutir skulu vit ognast, hús okkara fylla við ráni. 14Javnan lut skalt tú taka við okkum, ein posa skulu vit allir í felagi hava.» 15Sonur mín, tá gakk ikki teirra gøtur, halt fóti tínum burtur frá leiðum teirra. 16Tí at føtur teirra eru skjótir til tað illa, snarir til at úthella blóð. 17Tí at til einkis verður netið tant út, meðan allir veingjaðir fuglar tað síggja; 18teir søkja at sínum egna lívi, liggja á loynum eftir sær sjálvum. 19Soleiðis gongst øllum, ið eftir órættum vinningi tráa, hann drepur sín egna harra.
Vísdómurin kallar á fólkið
20Vísdómurin kallar hátt á gøtunum, letur rødd sína ljóða á torgunum; 21hann rópar á fjølgongdum vegamótum, við borgarliðini flytur hann talu sína: 22«Hvussu leingi ætla tit, fávitskutir, at elska fávitsku, og tit, spottarar, at hava yndi av spotti, og tit, dárar, at hata kunnskap? 23Vendið við til leiðbeining mína, sí, tá lati eg anda mín streyma yvir tykkum, tá kunngeri eg tykkum orð míni. 24Men av tí at tit førdust undan, tá ið eg kallaði, og eingin gav tí gætur, tó at eg rætti hondina út, 25heldur vanvirdu øll míni ráð og skoyttu ikki leiðbeining míni; 26tí man eg læa í ólukku tykkara, spotta, tá ið ræðslan tykkum rámar; 27tá ið ræðslan tykkum rámar sum torusláttur, og ólukka tykkara kemur sum ein hvirla, tá ið neyð og angist á tykkum koma. 28Tá munnu teir kalla á meg, men eg svari teimum ikki, teir munnu leita eftir mær, men finna meg ikki. 29Tí at teir hataðu kunnskap og ansaðu ikki ótta fyri Guði, 30skoyttu ikki ráðum mínum og vanvirdu alla leiðbeining mína; 31tá skulu teir njóta ávøkstin av atferð síni og av sínum egnu svikræðum mettast. 32Tí at fráhald teirra fávitskutu drepur teir, og trygd dáranna er teimum til undirgangs. 33Men tann, ið lýðir á meg, man búgva í trygdum, man liva í friði uttan at óttast fyri illum.»

Currently Selected:

Orðtøk Sálomons 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy