YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Jóhannes 7

7
Jesus í Jerúsalem á leyvsalahátíðini
1Og eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galileu; tí at hann vildi ikki ferðast um í Júdeu, við tað at Jødarnir lógu eftir honum og vildu drepa hann. 2Men tann hátíðin hjá Jødum, sum kallast leyvsalahátíðin, var í nánd. 3Tá søgdu brøður hansara við hann: «Flyt burtur hiðani og far til Júdeu, til tess at eisini lærusveinar tínir kunnu fáa at síggja gerningar tínar, sum tú gert. 4Tí at eingin, sum vil verða alkendur, ger nakað í loyndum. Tá ið tú gert hetta, so sýn teg sjálvan fyri heiminum!» 5Tí at brøður hansara trúðu ikki heldur á hann. 6Tá sigur Jesus við teir: «Tíð mín er ikki komin enn; men hjá tykkum er tíðin altíð lagalig. 7Ikki kann heimurin hata tykkum; men meg hatar hann, tí at eg vitni um hann, at gerningar hansara eru óndir. 8Farið tit niðan til hátíðina, eg fari ikki niðan til hesa hátíðina; tí at tíð mín er enn ikki fullkomin.» 9Hetta segði hann við teir og varð verandi í Galileu. 10Men tá ið brøður hansara vóru farnir niðan til hátíðina, tá fór hann eisini sjálvur niðan, ikki opinlýst, men loyniliga.
Ymiskar hugsanir um hann
11Jødarnir leitaðu tí eftir honum á hátíðini og søgdu: «Hvar er hann?» 12Og har var nógv tos um hann millum manna; summir søgdu: «Hann er ein góður maður;» men aðrir søgdu: «Nei, heldur villleiðir hann fólkið.» 13Tó talaði eingin beint fram um hann av ótta fyri Jødunum.
Jesus vitnar um sjálvan seg
14Men tá ið hátíðin var hálvliðin, gekk Jesus niðan í halgidómin og lærdi. 15Jødarnir undraðust nú og søgdu: «Hvaðan hevur hann lærdóm sín, tá ið hann er ólærdur?» 16Tá svaraði Jesus teimum og segði: «Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg. 17Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvørt hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum. 18Tann, sum talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, sum søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum. 19Hevur ikki Móses givið tykkum lógina? Og eingin tykkara heldur lógina. Hví royna tit at taka meg av døgum?» 20Mannamúgvan svaraði: «Tú hevur ein illan anda. Hvør roynir at taka teg av døgum?» 21Jesus svaraði og segði við teir: «Ein gerning gjørdi eg, og tit undrast allir á hann. 22Móses hevur givið tykkum umskeringina – ja, hon er nú ikki frá Mósesi, men frá fedrunum – og tit umskera mann um hvíludagin. 23Fær nú maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit tá vreiðir við meg fyri tað, at eg gjørdi allan mannin frískan ein hvíludag? 24Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!»
Summi vraka hann, summi trúgva á hann
25Tá søgdu nakrir av monnunum í Jerúsalem: «Er hetta ikki tann maðurin, sum teir liggja eftir at drepa? 26Og sí, hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann. Munnu høvuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus? 27Nei, um henda vita vit, hvaðan hann er; men tá ið Kristus kemur, veit eingin, hvaðan hann er.» 28Tá rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: «Ja, meg kenna tit og vita, hvaðan eg eri; og tó eri eg ikki komin av mær sjálvum, men tann er sannur, sum sendi meg, og hann kenna tit ikki. 29Eg kenni hann, tí at eg komi frá honum, og hann hevur sent meg.» 30Teir ætlaðu tá at taka hann á hondum; men eingin legði hond á hann, tí at enn var tími hansara ikki komin. 31Men mangir úr mannamúgvuni trúðu á hann, og teir søgdu: «Tá ið Kristus kemur, man hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt?»
Jesus talar um burturferð sína til faðirsins og komu andans
32Fariseararnir hoyrdu, at fólkið mølmaði hetta um hann; og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at taka hann. 33Tá segði Jesus: «Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg. 34Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og har sum eg eri, kunnu tit ikki koma.» 35Tá søgdu Jødarnir sín ámillum: «Hvar man hann ætla sær at fara, tá ið vit ikki skulu finna hann? Man hann ætla sær at fara til teirra, sum eru spjaddir millum Grikka og læra Grikkar? 36Hvat meinti hann við hesum orðinum, sum hann segði: Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og: har sum eg eri, kunnu tit ikki koma?» 37Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: «Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki! 38Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.» 39Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur.
Áhoyrararnir ósamdir
40Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, søgdu nú: «Sanniliga er hesin profeturin.» 41Aðrir søgdu: «Hesin er Kristus.» Men summir søgdu: «Man tá Kristus koma úr Galileu? 42Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus skal koma av Dávids ætt og frá Betlehem, bygdini, har sum Dávid átti heima?» 43Nú var ósemja millum manna um hann, 44og summir av teimum høvdu hug at taka hann, men eingin legði hond á hann.
Sveinar høvuðsprestsins vilja ikki taka Jesus, Nikodemus verjir Jesus
45Sveinarnir komu tá aftur til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: «Hví tóku tit hann ikki við tykkum?» 46Sveinarnir svaraðu: «Aldri hevur nakar maður talað soleiðis.» 47Fariseararnir svaraðu teimum tá: «Eru tit við vilstir burtur av leið? 48Man nakar av ráðsharrunum hava trúð á hann ella av Farisearunum? 49Men henda múgvan, sum ikki kennir lógina, hon er devulsett.» 50Nikodemus – hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra – sigur við teir: 51«Dømir lóg okkara nakran mann, uttan at hann fyrst er forhoyrdur, og fingið er at vita, hvat hann ger?» 52Teir svaraðu og søgdu við hann: «Ert tú eisini úr Galileu? Granska eftir, so fært tú at síggja, at aldri kemur profetur úr Galileu!» [ 53Og teir fóru heim, hvør til sín.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy