YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Jóhannes 21

21
Jesus opinberar seg við Tiberiasvatnið
1Eftir hetta opinberaði Jesus seg aftur fyri lærusveinunum við Tiberiasvatnið. Men hann opinberaði seg á henda hátt: 2Har vóru saman teir Símun Pætur og Tummas, ið kallast Didymos, og Natanael frá Kána í Galileu og teir synir Sebedeusar og tveir aðrir av lærusveinum hansara. 3Símun Pætur sigur við teir: «Eg fari út at fiska.» Teir siga við hann: «Vit koma eisini við tær.» Teir fóru so avstað og fóru í bátin. Men ta náttina fingu teir einki. 4Men tá ið lýsti av degi, stóð Jesus í fjøruni; tó vistu lærusveinarnir ikki, at tað var Jesus. 5Jesus sigur tá við teir: «Børn míni, hava tit nakað at eta?» Teir svaraðu honum: «Nei.» 6Hann segði tá við teir: «Setið nótina út høgrumegin við bátin, so skulu tit fáa!» Teir settu tá út, og orkaðu tá ikki at draga nótina fyri nøgdini av fiski, sum í var. 7Tá sigur tann lærusveinurin, sum Jesus elskaði, við Pætur: «Tað er Harrin.» Men tá ið nú Símun Pætur hoyrdi, at tað var Harrin, bant hann kyrtilin um seg, tí at hann var nakin, og leyp á vatnið. 8Men hinir lærusveinarnir komu við bátinum og drógu nótina við fiskinum eftir sær; tí at teir vóru ikki langt frá landi, men bert okkurt um tvey hundrað alin. 9Tá ið teir nú komu upp á land, síggja teir har kolaeld og fisk settan útá og breyð. 10Jesus sigur við teir: «Komið higar við nøkrum av fiskunum, sum tit nú hava veitt.» 11Símun Pætur fór tá út og dró nótina á land, fulla av stórum fiskum, hundrað og fimmti og trimum. Og tó at teir vóru so nógvir, skrædnaði nótin ikki. 12Jesus sigur við teir: «Komið og fáið tykkum morgunmat!» Men eingin av lærusveinunum tordi at spyrja hann: « Hvør ert tú?» Tí at teir vistu, at tað var Harrin. 13Jesus kemur og tekur breyðið og gevur teimum, somuleiðis eisini fiskin. 14Hetta var longu triðja ferðin, at Jesus opinberaði seg fyri lærusveinunum, eftir tað hann var risin upp frá deyðum.
Samtalan við Pætur; Jesus boðar deyða hans
15Tá ið teir nú høvdu etið morgunmat, sigur Jesus við Símun Pætur: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Røkta lomb míni!» 16Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Ver hirði hjá seyði mínum!» 17Hann sigur við hann á triðja sinni: «Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?» Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: «Ert tú góður við meg?» og hann segði við hann: «Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!» Jesus sigur við hann: «Røkta lomb míni! 18Sanniliga, sanniliga sigi eg tær, tá ið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvan og gekst, hvar tú vildi; men tá ið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og ein annar skal gyrða teg og føra teg hagar, sum tú ikki vilt.» 19Men hetta segði hann fyri at merkja, við hvørjum deyða hann skuldi dýrmeta Guð. Og tá ið hann hevði sagt hetta, sigur hann við hann: «Fylg mær!»
Orð um Jóhannes
20Tá ið Pætur vendi sær við, sær hann tann lærusveinin, sum Jesus elskaði, koma aftaná, tann sama sum við kvøldmáltíðina lá upp at barmi hansara og segði: «Harri, hvør er tann, sum svíkur teg?» 21Tá ið Pætur sá hann, sigur hann við Jesus: «Harri, men hvussu verður við hesum?» 22Jesus sigur við hann: «Um eg vil, at hann skal verða verandi, til eg komi, hvat er so tær um tað? Fylg tú mær!» 23Tí kom hetta orðið út millum brøðurnar: «Hesin lærusveinurin doyr ikki.» Men tó hevði Jesus ikki sagt við hann, at hann ikki skuldi doyggja, men: Um eg vil, at hann skal verða verandi, til eg komi, hvat er so tær um tað? 24Tað er hesin lærusveinurin, sum vitnar um hetta og hevur skrivað hetta, og vit vita, at vitnisburður hansara er sannur.
Orð til endans
25Tað er eisini mangt annað, sum Jesus gjørdi, og skuldi tað alt verið skrivað upp, hvørt fyri seg, hugsi eg, at ikki allur heimurin kundi rúma teimum bókum, sum tá vórðu skrivaðar.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy