YouVersion Logo
Search Icon

Triðja bræv Jóhannesar 1

1
Heilsan
1Hin elsti til hin elskaða Gajus, sum eg elski í sannleika. 2Elskaði mín, eg ynski, at tað í øllum lutum má vita tær væl við, og at tú mást hava heilsuna, líkasum tað veit sál tíni væl við.
Jóhannes glaður um Gajusar hjálpsemi
3Tí at eg varð ógvuliga glaður, tá ið tað komu brøður og vitnaðu um tann sannleika, sum er í tær, hvussu tú fert at í sannleikanum. 4Eg havi onga størri gleði enn hesa, at eg hoyri, at børn míni ganga fram í sannleikanum. 5Elskaði mín, tú gert eina trúfasta gerð í øllum tí, sum tú virkar fyri brøðurnar, og tað fyri ókunnigar menn; 6og teir hava vitnað fyri kirkjufólkinum um kærleika tín; og tú gert væl í at fremja ferð teirra, soleiðis sum tað er sámiligt fyri Guði; 7tí at tað er fyri navnsins skuld, at teir eru farnir út, uttan at taka ímót nøkrum frá heidningunum. 8Av teirri grund eiga vit at taka okkum av slíkum monnum, fyri at vit kunnu verða arbeiðisfelagar fyri sannleikanum.
Jóhannes gremur seg um Diotrefes
9Eg havi skrivað nakað til kirkjufólkið; men Diotrefes, sum fegin vil vera fremstur millum teirra, vil ikki taka ímót okkum. 10Av teirri grund ætli eg, tá ið eg komi, at minna á teir gerningar, sum hann ger, við tað at hann baktalar okkum við illum orðum; og ikki nøgdur við hetta, tekur hann ikki sjálvur ímót brøðrunum, og teimum, sum vilja gera tað, forðar hann og koyrir tey út úr kirkjuliðinum. 11Elskaði mín, tak tú ikki eftir tí, sum ilt er, men eftir tí, sum gott er. Tann, ið ger gott, er av Guði; men tann, ið ilt ger, hevur ikki sæð Guð.
Jóhannes rósar Demetriusi
12Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum og av sannleikanum sjálvum; eisini vit geva honum góðan vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur.
Orð til endans
13Eg hevði nógv at skriva til tín, men eg vil ikki skriva til tín við blekki og penni. 14Men eg vóni skjótt at síggja teg, og tá skulu vit munnliga tala saman. 15Friður veri við tær. Vinirnir lata heilsa tær. Heilsa tú vinunum, hvørjum einsæris.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy