YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Timoteusarbrævið 1

1
Heilsan
1Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja til at boða fyrijáttan um lívið í Kristi Jesusi 2til Timoteusar, sín elskaða son: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum!
Paulus takkar Guði fyri falsleysu trúgv Timoteusar
3Eg takki Guði, sum eg frá forfedrunum tæni í reinari samvitsku, líkasum eg áhaldandi havi teg í huga í bønum mínum nátt og dag, 4tí at tá ið eg minnist tár tíni, leingist mær eftir at síggja teg, fyri at eg kann verða fyltur við gleði, 5við tað at eg eri komin at minnast ta falsleysu trúgv, sum er í tær, hana sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Evnike, móður tíni, og sum eg eri ivaleysur í eisini býr í tær.
Paulus leggur Timoteusi eina við ikki at skammast við gleðiboðskapin
6Tess vegna minni eg teg á, at tú birtir upp at loga ta Guðs náðigávu, sum er í tær við álegging handa mína. 7Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda. 8Skammast tí ikki við vitnisburðin um váran harra ella við meg, fanga hansara, heldur skalt tú við mær tola ilt fyri gleðiboðskaparins skuld samsvarandi Guðs kraft; 9hann sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir gerningum okkara, men eftir síni egnu ráðagerð og náðini, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum, 10men nú er vorðin alkunn við opinbering frelsara várs, Krists Jesu, hann sum gjørdi deyðan til einkis og leiddi lív og óforgongiligleika fram í ljósið við gleðiboðskapinum, 11sum eg eri settur at vera boðberi og ápostul og lærari fyri.
Paulus sum fyrimynd
12Tess vegna líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað; tí at eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin. 13Hav tær sum fyridømi tey heilnæmu orðini, sum tú hoyrdi av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi. 14Varða um hin vakra gripin, sum tær er fingin, við heilagum anda, sum býr í okkum!
Fráfallin og trúføst
15Tú veitst hetta, at allir teir í Ásiu vendu sær frá mær, og millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes. 16Harrin veiti húsi Onesiforusar miskunn; tí at ofta hevur hann lívgað meg, og hann skammaðist ikki við leinkjur mínar. 17Men tá ið hann var komin til Róm, legði hann sær eina við at leita meg upp og fann meg. 18Harrin gevi honum, at hann má finna miskunn hjá Harranum á hinum degi! Og hvussu stóra tænastu hann gjørdi í Efesus, tað veitst tú best.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy