YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Tessalónikubrævið 3

3
Paulus biður um forbøn í treysti á Guðs trúfesti
1Annars, brøður, biðið fyri okkum, at orð Harrans má hava framgang og verða dýrmett eins og hjá tykkum, 2og at vit mega verða bjargaðir frá óargaligum og vándum menniskjum; tí at ikki hava øll trúgv. 3Men trúfastur er Harrin, hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá hinum illa. 4Men vit hava tað treysti til tykkara fyri Harrans skuld, at tit bæði gera og vilja gera tað, sum vit bjóða tykkum. 5Men Harrin beini hjørtu tykkara til kærleika Guðs og til tolmóðs Krists!
Áminning um sámiliga atferð og arbeiðissemi
6Men vit bjóða tykkum, brøður, í navni várs harra Jesu Krists, at tit halda tykkum burtur frá hvørjum tí bróður, sum hevur óryggjuliga atferð, og ikki eftir tí lærdómi, sum teir hava fingið frá okkum. 7Tí at tit vita sjálvir, hvussu tit eiga at fylgja okkum eftir; tí at vit livdu ikki óryggjuliga hjá tykkum, 8og heldur ikki ótu vit breyð hjá nøkrum fyri einki; men vit arbeiddu við stríði og møði, nátt og dag, fyri at vit ikki skuldu vera nøkrum av tykkum til tyngslu. 9Ikki fyri tað, at vit ikki hava rætt til tess, men fyri at vit kundu geva tykkum okkum sjálvar sum fyridømi, so at tit skuldu fylgja okkum eftir. 10Tí var tað eisini, tá ið vit vóru hjá tykkum, at vit buðu tykkum hetta, at um einhvør ikki vil arbeiða, tá eigur hann heldur ikki at fáa at eta. 11Tí at vit hoyra, at nakrir tykkara millum liva óryggjuliga, sum einki arbeiða, men havast at tí, sum teimum ikki kemur við. 12Slíkum bjóða vit og áminna teir fyri Harrans Jesu Krists skuld, at teir skulu arbeiða í stillføri og eta sítt egna breyð. 13Men tit, brøður, troyttist ikki av at gera tað, sum gott er! 14Men um einhvør ikki lýðir orði okkara í hesum brævi, tá merkið tykkum hann; havið ongan felagsskap við hann, so at hann má skammast; 15men haldið hann tó ikki fyri fígginda, men áminnið hann sum bróður!
Friðarynski og heilsan
16Men sjálvur harri friðarins gevi tykkum friðin altíð á allan hátt! Harrin veri við tykkum øllum! 17Heilsanin við míni, Paulusar, egnu hond, og tað er merki á hvørjum brævi. Soleiðis skrivi eg. 18Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum!

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy