YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Tessalónikubrævið 1

1
Heilsan
1Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi: 2Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Tøkk til Guðs fyri tolmóð kirkjuliðsins í atsóknum og trongdum. Afturkoma Krists og rættferðar løn
3Tað er skylda okkara, brøður, at takka Guði altíð fyri tykkum, soleiðis sum sámiligt er; tí at trúgv tykkara tekur til í stórum og kærleikin tykkara millum økist hjá hvørjum einstøkum av tykkum øllum, 4so at vit sjálvir rósa okkum av tykkum í kirkjuliðum Guðs fyri tolmóð tykkara og trúgv í øllum atsóknum tykkara og teimum trongdum, sum tit tola – 5– eitt merki um Guðs rættvísa dóm, – fyri at tit skulu verða hildnir verdigir til Guðs ríki, sum tit eisini líða fyri, 6so satt sum tað er rætt hjá Guði at geva teimum trongd afturfyri, sum treingja tykkum, 7og geva tykkum, sum verða trongdir, hvíld saman við okkum, tá ið Harrin Jesus verður opinberaður av himni við einglum veldisins, 8í logandi eldi, tá ið hann letur hevnd koma yvir teir, sum ikki kenna Guð, og yvir teir, sum ikki eru lýdnir móti gleðiboðskapinum um váran harra, Jesus, 9teir, sum skulu líða revsing, æviga glatan burtur frá ásjón Harrans og burtur frá dýrd veldis hansara, 10tá ið hann kemur á tí degi til at sýna seg dýrmætan í sínum heilagu og undursaman í øllum teimum, sum trúð hava; tí at vitnisburði okkara til tykkara hevur verið trúð.
Bøn fyri andliga vøkstri kirkjuliðsins
11Av teirri orsøk biðja vit eisini altíð fyri tykkum, at Guð okkara má halda tykkum kallinum verdigar og við kraft fullkoma allan hug at tí, sum gott er, og virksemi í trúgv, 12fyri at várs harra Jesu navn má verða dýrmett í tykkum og tit í honum eftir náði Guðs várs og Harrans Jesu Krists.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy