YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Sámuelsbók 1

1
Dávid frættir deyða Sáuls
1Tá ið Dávid eftir deyða Sáuls var afturkomin av herferðini móti Ámalekitum og hevði verið tveir dagar heima í Ziklag, 2kom á triðja degi maður úr herliði Sáuls; klæði hansara vóru skrædd, og hann hevði mold á høvdinum; og tá ið hann kom til Dávids, fell hann til jarðar og lútaði honum. 3Dávid spurdi hann: «Hvaðan kemur tú?» Hann svaraði honum: «Eg komst undan úr herbúðum Ísraels.» 4Dávid segði við hann: «Sig mær, hvussu tað hevur borist til.» Hann svaraði: «Fólkið flýddi úr orrustuni, og mannfallið var stórt; eisini Sául og Jónatan, sonur hansara, fullu.» 5Tá spurdi Dávid sveinin, ið flutti honum tíðindini: «Hvussu veitst tú, at Sául og Jónatan, sonur hansara, eru falnir?» 6Sveinurin, ið flutti honum tíðindini, svaraði: «Tað vildi so til, at eg kom niðan á Gilboa fjall, og sí, har stóð Sául og studdist við spjót sítt, meðan hervagnar og reiðmenn herjaðu á hann. 7Og tá ið hann nú snúði sær á, bar hann eyga við meg og rópaði á meg; og eg svaraði: «Her eri eg!» 8Og hann spurdi meg: «Hvør ert tú» Eg svaraði honum: «Eg eri Ámalekiti.» 9Tá segði hann við meg: «Kom higar og veit mær banasting; tí at krampi er komin á meg; men lívið er alt í mær.» 10Tá fór eg og gav honum banasting; tí at eg sá, at hann kom ikki at liva eftir ein slíkan ósigur; síðan tók eg krúnuna av høvdi hansara og ringin av armi hansara, og tey havi eg við til harra mín.» 11Tá treiv Dávid í klæði síni og skræddi tey sundur; á sama hátt gjørdu allir teir, ið hjá honum vóru. 12Og teir syrgdu og grótu og fastaðu til kvølds um Sául og Jónatan, son hansara, og um lið Harrans og hús Ísraels, av tí at teir vóru falnir fyri svørði.
13Og Dávid mælti við sveinin, ið flutti honum tíðindini: «Hvaðan ert tú?» Hann svaraði: «Eg eri sonur Ámalekita, sum býr í útisetri.» 14Dávid segði við hann: «Óttaðist tú ikki at leggja hond á salvaða Harrans og taka hann av lívi?» 15Og Dávid rópaði ein av sveinunum til sín og segði: «Kom og jarðlegg hann!» Og hann gav honum banahøgg. 16Og Dávid segði við hann: «Blóð títt komi yvir teg sjálvan! Tí at muður tín hevur vitnað móti tær, tá ið tú mælti: Eg havi dripið salvaða Harrans.»
Harmljóð Dávids yvir Sául og Jónatan
17Tá hevjaði Dávid hetta harmljóð um Sául og Jónatan, son hansara, 18ið allir Júdasynir eiga at duga, og sum ritað er í bók hinna rættlátu: 19«Prýði tín, Ísrael, liggur vigin á fjøllum tínum! Á, at hetjurnar fullu! 20Sigið ikki frá tí í Gát; latið ikki gleðiboð ljóða í Askalons gøtum, so at ikki døtur Filista fegnast, og døtur hinna óumskornu erpa sær! 21Gilboa fjøll, tit deyðans vøllir! Gævi hvørki døgg ella regn vætir tykkum aftur! Tí at har vórðu skildir kappanna vanvirðisliga tveittir, skjøldur Sáuls ósalvaður við smyrsli. 22Ongantíð kom bogi Jónatans aftur uttan við blóði av vignum og fiti av køppum. Ongantíð brá Sául svørði til einkis. 23Sául og Jónatan, ástríkir og yndisligir í lívinum, skiltust heldur ikki í deyðanum; fljótari enn ørnir vóru teir, reystari enn ljón. 24Ísraels døtur, grátið um Sául, ið skrýddi tykkum skarlaki yndisliga, hann, ið fegin festi gullskreyt á stakkar tykkara! 25Á, at hetjurnar fullu í stríðnum! Vegin á fjøllum tínum liggur Jónatan. 26Sáran eg syrgi teg, Jónatan bróðir! Kærur vart tú mær; undursom var mær ást tín, sælari enn kvinnutokki. 27Á, at hetjurnar fullu, at hervápnini fórust!»

Currently Selected:

Seinna Sámuelsbók 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy