YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Timoteusarbrævið 1

1
Heilsan
1Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Guði, frelsara várum, og Kristi Jesusi, vón vári, 2til Timoteusar, sum er mín skilgitni sonur í trúnni: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum!
Paulus minnir Timoteus á at stríða móti falslærarum
3Sum eg álegði tær at verða verandi í Efesus, tá ið eg fór til Makedóniu, fyri at tú skuldi bjóða summum monnum ikki at fara við fremmandari læru, 4og ikki at taka eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum heldur elva trætur enn fremja húshald Guðs í trúgv, ger tú so! 5Men endamál boðsins er kærleiki av reinum hjarta og góðari samvitsku og falsleysari trúgv, 6sum summir eru viknir frá og hava tikið sær ónyttutalu fyri, 7við tað at teir vilja vera lóglærarar, men ikki skilja, hvørki hvat teir siga ella hvat teir tala so ráðisliga um. 8Men vit vita, at lógin er góð, um einhvør nýtir hana á lógligan hátt, 9og hann veit tað, at lógin er ikki ætlað rættvísum manni, men lógloysingum og tvørlyntum, gudleysum og syndarum, vanheilagum og óreinum, faðirmorðarum og móðurmorðarum, manndráparum, 10horkallum, siðloysingum móti náttúruni, mannatjóvum, lygnarum, meinsvornum, og hvat so annað er, sum er ímót hini heilnæmu læruni, 11samsvarandi gleðiboðskapinum um dýrd hins sæla Guðs, sum mær er litin til.
Paulus takkar Guði fyri náðina í Kristi
12Eg takki honum, sum meg gjørdi sterkan, Kristi Jesusi, harra várum, fyri tað at hann helt meg vera trúgvan, við tað at hann setti meg til tænastu, 13meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv, 14og náði várs harra varð ovurstór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi. 15Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur; 16men tí varð mær miskunnað, at Kristus Jesus skuldi sýna á mær, sum var fremstur, alt langmóð sítt, til eitt fyridømi fyri teimum, sum skuldu trúgva á hann til ævigt lív. 17Men kongi ævanna, hinum óforgongiliga, ósjónliga, einasta Guði veri heiður og dýrd um aldur og allar ævir! Amen.
Paulus stuðlar Timoteusi til at stríða hitt góða stríðið
18Hesa fyriskipan seti eg tær fyri, sonur mín Timoteus, samsvarandi teimum profetaorðum, sum áður eru talað um teg, at tú í teimum stríðir hitt góða stríðið, 19við tað at tú hevur trúgv og góða samvitsku, sum summir hava koyrt frá sær og hava liðið skipbrot á trúnni; 20teirra millum eru teir Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi givið upp til Sátan, fyri at teir mega verða agaðir til at lata vera at spotta.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy