YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Sámuelsbók 1

1
Sámuel føddur
1Maður er nevndur Elkana, ættaður úr Rámatáim, ein Zufiti frá Efraims fjøllum; hann var sonur Jeróhams Elihusonar, Tóhusonar, Zufssonar Efraimita. 2Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna og hin Peninna. Peninna átti børn, men Hanna var barnleys. 3Hesin maður fór á hvørjum ári úr bygd síni til Silo at halda bøn og ofra til Harra herliðanna. Men har vóru báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, prestar fyri Harranum. 4Hvørja ferð Elkana fór at ofra, gav hann Peninnu, konu síni, og øllum sonum og døtrum hennara nakrar lutir; 5men tó at hann elskaði Honnu, gav hann henni bert ein lut, av tí at Harrin hevði lokað móðurlív hennara. 6Og elja hennara háðaði hana fyri ta skomm, at Harrin hevði lokað móðurlív hennara. 7Soleiðis gjørdi hann ár undan ári, hvørja ferð tey fóru niðan í Harrans hús, og soleiðis háðaði hon hana. Tá fór hon at gráta og vildi ikki eta. 8Men Elkana, maður hennara, segði við hana: «Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú einki, og hví ert tú sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?» 9Og einaferð, tá tey høvdu etið og drukkið í Silo, fór Hanna á føtur, meðan Eli prestur sat á stóli við durastavin í templi Harrans, 10og hon var ógvuliga tung í huga og tók at biðja til Harrans og sáran at gráta. 11Og hon strongdi heiti og segði: «Harri herliðanna! um tú lítur at eymd trælkonu tínar og minnist mín og gloymir ikki trælkonu tína, men gevur trælkonu tíni son, so skal eg geva Harranum hann allar ævidagar hansara, og ikki skal rakiknívur koma á høvur hansara.» 12Soleiðis bað hon leingi fyri ásjón Harrans; og Eli gav gætur eftir munni hennara. 13Men av tí at Hanna talaði innantanna, so einans varrar hennara rørdust, meðan røddin hoyrdist ikki, hugsaði Eli, at hon var drukkin. 14Og hann segði við hana: «Hvussu leingi ætlar tú tær at ganga drukkin? Lat vínið renna av tær!» 15Tá mælti Hanna og svaraði: «Nei, harri mín, eg eri kona við sorg í barmi, vín og sterkan drykk havi eg ikki drukkið; eg havi bert úthelt sál mína fyri ásjón Harrans. 16Halt ikki tænastukonu tína vera eitt vittuggi; tí at av miklum trega og harmi havi eg talað alla tíðina.» 17Og Eli svaraði og segði: «Far tú í friði; Ísraels Guð man veita tær tað, sum tú hevur biðið hann um.» 18Og hon mælti: «Gævi tænastukona tín hevði funnið náði í eygum tínum!» Síðan fór hon leið sína, og hon át og var ikki longur døpur í ásjón. 19Morgunin eftir fóru tey snimma upp og nigu fyri Harranum og fóru síðan heim aftur til Ráma. Og Elkana kendi Honnu, konu sína, og Harrin mintist hennara; 20og hon varð við barn og átti son árið eftir og nevndi hann Sámuel at navni; «tí,» segði hon, «eg havi biðið Harran um hann.»
Sámuel fluttur til Silo
21Tá ið nú Elkana fór við øllum húski sínum niðan at bera Harranum ársofrið og heitoffur sítt, 22fór Hanna ikki við, tí at hon segði við mann sín: «Eg bíði, til drongurin er vandur av brósti; tá flyti eg hann hagar, til tess at hann má koma fram fyri ásjón Harrans og vera har alla ævi sína.» 23Og Elkana, maður hennara, segði við hana: «Ger, sum tær líkar; dvølst heima, til tú hevur vant hann av brósti. Hevði Harrin bert latið orð títt gingið út!» Og konan sat heima og aldi son sín, til hon hevði vant hann av brósti. 24Men tá hon hevði vant hann av brósti, fór hon niðan við honum og hevði við sær træveturtarv, eina efu av mjøli og vínkagga; hon fór við honum inn í hús Harrans í Silo; men hann var enn smádrongur. 25Og tá tey høvdu dripið tarvin, kom móðir drongsins til Eli 26og segði: «Hoyr meg, harri mín, so satt sum tú livir, harri mín, eri eg hin konan, ið stóð her við lið tína og bað til Harrans. 27Um henda drong bað eg, og Harrin veitti mær tað, sum eg bað hann um. 28Tí vil eg eisini geva Harranum hann; alla ævi sína skal hann vera Harranum givin.» Síðan nigu tey har fyri ásjón Harrans.

Currently Selected:

Fyrra Sámuelsbók 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy