Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 1:18-21

Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 1:18-21 FB

Tí at vreiði Guðs verður opinberað av himni yvir alt gudloysi og alla órættferð hjá teimum monnum, sum køva sannleikan við órættferð; av tí at tað, sum kann vitast um Guð, er eyðsýnt millum teirra, tí at Guð hevur birt teimum tað. Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum, – so at menn einki skulu hava at orsaka seg við, tá ið teir, tó at teir kendu Guð, kortini ikki dýrmettu hann sum Guð ella takkaðu honum, men gjørdust fáfongdir í hugsanum sínum, og teirra óskynsama hjarta varð hult í myrkri.
FB: BÍBLIA
Share

Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 1:18-21

Share