YouVersion Logo
Search Icon

Filippibrævið 1

1
Heilsan
1Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu, heilsa øllum hinum heilagu í Kristi Jesusi, sum eru í Filippi, saman við tilsjónarmonnum og tænarum í kirkjuliðinum. 2Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Tøkk til Guðs fyri kirkjuliðið og forbøn fyri tí
3Eg takki Guði mínum, hvørja ferð eg hugsi um tykkum, 4við tað at eg altíð í hvørji bøn míni við gleði geri bøn fyri tykkum øllum, 5fyri samfelag tykkara um gleðiboðskapin frá fyrsta degi og líka til nú, 6fullvísur sum eg eri í tí, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag, 7soleiðis sum tað jú er beint av mær at hava hesa hugsan um tykkum allar, av tí at eg havi tykkum í hjarta mínum bæði í leinkjum mínum, og tá ið eg verji og staðfesti gleðiboðskapin, við tað at tit allir eru samfelagar við mær um náðina. 8Tí at Guð er vitni mítt, hvussu mær leingist eftir tykkum øllum við Krists Jesu inniliga hjartalagi. 9Og hetta biði eg um, at kærleiki tykkara enn má taka til alt meir og meir í kunnskapi og øllum skynsemi, 10so at tit mega kunna meta um hinar ymissu lutirnar, fyri at tit mega vera reinir og meinaleysir til Krists dag, 11fyltir við rættferðar frukt, sum fæst við Jesusi Kristi, Guði til dýrdar og lovs.
Fangilsi Paulusar til framgongd fyri gleðiboðskapin, tí er hann glaður, annaðhvørt tað verður til lívs ella deyða
12Men eg vil, brøður, at tit skulu vita, at viðurskifti míni heldur hava verið til frama fyri gleðiboðskapin, 13so at tað er vorðið kunnigt fyri øllum lívvaktarliðinum og fyri øllum øðrum, at eg eri í leinkjum fyri Krists skuld; 14og teir flestu av brøðrunum fingu í treysti til Harrans av leinkjum mínum enn størri dirvi til at tala Guðs orð uttan ótta. 15Summir prædika sjálvandi Krist av øvund og klandursemi, men summir eisini av góðum huga. 16Hesir gera tað av kærleika, tí at teir vita, at eg eri settur til at verja gleðiboðskapin; 17men hinir gera tað av meinfýsni, ikki av reinum huga, men við teirri hugsan, at leggja trongd oman á leinkjur mínar. 18Hvat um tað? Ið hvussu er, verður Kristus boðaður á allan hátt, annaðhvørt tað nú er á kvamsvís ella í sannleika; og hetta eri eg glaður um, ja, eg skal eisini framvegis vera glaður; 19tí at eg veit, at hetta skal verða mær til frelsu fyri bøn tykkara og hjálp av anda Jesu Krists. 20Og tað er hin inniliga tráan mín og vón, at eg í ongum luti má verða til skammar, men at Kristus, sum altíð, soleiðis eisini nú, í øllum frímóði má verða dýrmettur í likami mínum, annaðhvørt við lívi ella við deyða. 21Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur. 22Men um so er, at tað at liva í holdinum veitir mær ávøkstur av arbeiði mínum, tá veit eg ikki, hvat eg skal velja. 23Tí at eg eri í iva millum tey bæði, við tað at eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri; 24men at verða verandi í holdinum er neyðsynligari fyri tykkara skuld. 25Og í hesum treysti veit eg, at eg skal verða á lívi og skal verða verandi hjá tykkum øllum, til frama hjá tykkum og gleði í trúnni, 26fyri at rós tykkara kann verða tess størri í Kristi Jesusi fyri mína skuld, við tað at eg komi aftur til tykkara.
Áminning um samanhald og frímóð
27Men ið hvussu er, skulu tit liva lív tykkara, sum tað sømir gleðiboðskapinum um Krist, fyri at eg, annaðhvørt eg komi og síggi tykkum, ella eg eri frástaddur, kann fáa at hoyra um tykkum, at tit standa fastir í einum anda og við eini sál stríða saman fyri trúnni á gleðiboðskapin, 28og ikki í nøkrum luti lata tykkum ræða av mótstøðumonnunum; tí at hetta er fyri teir eitt merki um undirgang, men fyri tykkum um frelsu, og tað frá Guði. 29Tí at tann náði er tykkum givin fyri Krists skuld, ikki bert at trúgva á hann, men eisini at líða fyri hansara skuld, 30við tað at tit hava sama stríðið, sum tit sóu hjá mær og nú hoyra um meg.

Currently Selected:

Filippibrævið 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy