YouVersion Logo
Search Icon

Filemonsbrævið 1

1
Heilsan
1Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus heilsa Filemoni, elskaða vini okkara og starvsbróður, 2og Appiu, systur okkara, og Arkippusi, stríðsfelaga okkara, og kirkjuliðinum í húsi tínum: 3Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Tøkk til Guðs fyri trúgv og kærleika Filemons
4Eg takki Guði mínum altíð, tá ið eg minnist til tín í bønum mínum, 5av tí at eg hoyri um kærleika tín og ta trúgv, sum tú hevur á Harranum Jesusi og á øllum hinum heilagu, 6fyri at felagsskapur tín í trúnni má verða virksamur fyri Krist í kunnleika um alt tað góða, sum er í tykkum. 7Tí at stóra gleði og ugga havi eg fingið av kærleika tínum, av tí at hjørtu teirra heilagu eru vorðin lívgað av tær, bróðir!
Bøn fyri trælinum Onesimusi, sum rýmdur er; Paulus hevur ført hann til trúnna
8Tí er tað, at eg, tó at eg kundi við stórum frímóði í Kristi boðið tær tað, sum sámiligt er, 9heldur biði teg fyri kærleikans skuld, slíkur sum eg eri, sum hin gamli Paulus, og nú har aftrat fangi Krists Jesu; 10eg biði teg fyri barn mítt, sum eg havi gitið í leinkjum mínum, Onesimus, 11hann, sum áður var tær ónýtur, men nú er nýtur bæði tær og mær, hann, sum eg sendi aftur til tín, 12hann, tað er mítt egna hjarta. 13Fegin vildi eg havt hann hjá mær, fyri at hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum fyri gleðiboðskaparins skuld. 14Men uttan samtykki títt vildi eg einki gera, fyri at góðvild tín ikki skuldi vera sum av tvingsli, men av fríum vilja. 15Tí at tað kann vera, at hann av teirri grund varð skildur frá tær eina stutta tíð, fyri at tú kundi fáa hann aftur til æviga ogn, 16ikki longur sum træl, men meira enn træl, sum elskaðan bróður, serliga hjá mær, men hvør mikið meira hjá tær, bæði í holdinum og í Harranum. 17So satt sum tú tí heldur meg fyri felaga tín, tá tak ímót honum sum ímót mær! 18Men hevur hann gjørt tær nakran órætt, ella skyldar hann tær nakað, tá set tað upp á rokning mína! 19Eg, Paulus, skrivi við míni egnu hond, eg skal gjalda tað, – fyri ikki at siga tær, at tú tess uttan eisini skyldar mær sjálvan teg. 20Ja, bróðir! lat meg fáa gagn av tær í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristi!
Ymiskar frágreiðingar og heilsanir
21Í treysti til lýdni títt skrivi eg til tín, við tað at eg veit, at tú vilt gera enntá meir enn tað, sum eg sigi. 22Men royn samstundis eisini at fáa eitt tilhald til mín; tí at eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin. 23Epafras, samfangi mín í Kristi Jesusi, letur heilsa tær; 24somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas, starvsfelagar mínir. 25Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara!

Currently Selected:

Filemonsbrævið 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy