YouVersion Logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 1

1
Fólkið skrásett í Sinai oyðimørk
1Harrin talaði við Móses í Sinai oyðimørk í samfundartjaldinum á fyrsta degi í øðrum mánaði, annað árið eftir burturferð teirra úr Egyptalandi og segði: 2«Takið manntal av øllum savnaði Ísraelsmanna eftir kyntáttum og ættum teirra við at telja nøvnini á øllum kallmonnum, mann fyri mann; 3allar vígførar menn í Ísrael frá tjúgu ára aldri og uppeftir skulu tit kanna eftir herfjøldum teirra, tú og Áron. 4Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum; teir skulu vera oddamenn hvør fyri síni ætt. 5Og hesi eru nøvnini á teimum monnum, ið skulu hjálpa tykkum: Av Ruben: Elizur Sjedeursson. 6Av Símeon: Sjelumiel Zurisjaddaison. 7Av Júda: Náhsjon Amminadabsson. 8Av Issakar: Netánel Zuarsson. 9Av Zebulon: Eliab Helonsson. 10Av Jósefssonum: Av Efraim: Elisjáma Ammihudsson. Av Manasse: Gamliel Pedazursson. 11Av Benjamin: Ábidan Gideónison. 12Av Dán: Áhiezer Ammisjaddaison. 13Av Ásjer: Págiel Okransson. 14Av Gád: Eljasaf Deuelsson. 15Av Naftali: Áhira Enansson.» 16Hesir vóru teir, ið savnaðurin skipaði høvdingar fyri ættargreinum fedra sína og oddamenn fyri Ísraels túsundum.
17Og Móses og Áron tóku hesar menn, ið vóru tilskilaðir eftir nøvnum, 18og stevndu síðan øllum savnaðinum saman á fyrsta degi í øðrum mánaði, og teir, sum vóru tjúgu ár og eldri, vórðu við navnateljing skrivaðir í manntal eftir kyntáttum og ættum sínum, maður fyri mann, 19eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Soleiðis kannaði hann teir í Sinai oyðimørk.
20Synir Rubens, hins frumgitna Ísraels, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum við navnateljing, maður fyri mann, allir kallmenn frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir, 21ið kannaðir vórðu av Rubens ætt, vóru fjøruti og seks túsund og fimm hundrað. 22Og synir Símeons, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, allir, ið kannaðir vórðu við navnateljing, maður fyri mann, allir kallmenn frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir, 23ið kannaðir vórðu av Símeons ætt, vóru fimmti og níggju túsund og trý hundrað. 24Og synir Gáds, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, 25ið kannaðir vórðu av Gáds ætt, vóru fjøruti og fimm túsund og seks hundrað og fimmti. 26Og synir Júda, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir, 27ið kannaðir vórðu av Júda ætt, vóru sjeyti og fýra túsund og seks hundrað. 28Og synir Issakars, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu árum og haðan eldri; allir vígførir, 29ið kannaðir vórðu av Issakars ætt, vóru fimmti og fýra túsund og fýra hundrað. 30Og synir Zebulons, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, 31ið kannaðir vórðu av Zebulons ætt, vóru fimmti og sjey túsund og fýra hundrað. 32Og synir Jósefs: Synir Efraims, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum teirra og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, 33ið kannaðir vórðu av Efraims ætt, vóru fjøruti túsund og fimm hundrað. 34Og synir Manasse, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, 35ið kannaðir vórðu av Manasse ætt, vóru tríati og tvey túsund og tvey hundrað. 36Og synir Benjamins, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, 37ið kannaðir vórðu av Benjamins ætt, vóru tríati og fimm túsund og fýra hundrað. 38Og synir Dáns, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, 39ið kannaðir vórðu av Dáns ætt, vóru seksti og tvey túsund og sjey hundrað. 40Og synir Ásjers, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, 41ið kannaðir vórðu av Ásjers ætt, vóru fjøruti og eitt túsund og fimm hundrað. 42Og synir Naftali, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, 43ið kannaðir vórðu av Naftali ætt, vóru fimmti og trý túsund og fýra hundrað.
44Hesir vóru teir, ið kannaðir vórðu, sum Móses og Áron og Ísraels tólv høvdingar, ein fyri hvørja ættina, kannaðu. 45Og allir Ísraelsmenn, ið kannaðir vórðu eftir ættum sínum frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, allir vígførir í Ísrael, 46allir samlir, ið kannaðir vórðu, vóru seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti. 47Men Levitarnir – eftir ættarfólki sínum – vórðu ikki kannaðir saman við teimum.
Levitar skipaðir
48Og Harrin talaði við Móses og segði: 49«Einans Levi ætt mást tú ikki kanna og ikki taka manntal av teimum millum Ísraelsmanna. 50Tú skalt lata Levitarnar hava umsjón við vitnisburðartjaldtemplinum og amboðum tess og øllum, sum tí hoyrir til; tað eru teir, ið skulu hava tjaldtemplið og øll reiði tess; teir skulu skipa tænastu tess og tjalda kring um tað. 51Tá ið tjaldtemplið verður flutt úr stað, skulu Levitarnir taka tað niður, og tá ið tjaldtemplið aftur steðgar, skulu Levitarnir seta tað upp; og nærkast nakar, sum ikki er av prestaætt, skal hann láta lív. 52Og Ísraelsmenn skulu tjalda hvør í sínum herbúðabólki undir merki sínum eftir herfjøldum sínum. 53Men Levitarnir skulu tjalda kring vitnisburðartjaldtemplið, til tess at ikki vreiði skal koma yvir savnað Ísraelsmanna. Tí at tað eru Levitarnir, ið skulu hava vitnisburðartjaldtemplið í varðveitslu.» 54Og Ísraelsmenn so gjørdu; teir bóru seg at í øllum eftir tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi.

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy