YouVersion Logo
Search Icon

Jóel 1

1
Yvirskift
1Orð Harrans, ið kom til Jóels Petúelssonar.
Venan undan ongsprettuplágu
2Hoyrið hetta, tit elstu, og gevið gætur øll tit, sum í landinum búgva: Man tílíkt vera hent á tykkara døgum ella á døgum fedra tykkara? 3Tit skulu tala um tað fyri børnum tykkara, og børn tykkara fyri børnum sínum, og børn teirra fyri næsta ættarliðinum. 4Átvargurin át tað, sum grashoppan leivdi, flysarin tað, sum ongsprettan leivdi, og gnagarin tað, sum flysarin leivdi. 5Vaknið, tit drykkjumenn, og grátið allir tit, ið vín drekka, venið tykkum um vínberjaløgin; tí at hann er riptur burtur frá munni tykkara. 6Tí at veldig tjóð, óteljandi, ráddist á land mítt; teir hava tenn sum ljónið og jakslir sum á kvennljóni. 7Teir oyddu vínvið mín og brutu míni fikutrø, skrædlaðu børkin av og tveittu tey burtur við følnaðum greinum. 8Ja, vena teg nú sum ungmoyggj í sorgarbúna um brúðgóm ungdóms síns. 9Horvið er úr Harrans húsi grónoffur og droypioffur; prestarnir, Harrans tænarar, syrgja. 10Vøllurin er oyðilagdur, jørðin syrgir, tí at kornið er fyribeint, vínberjaløgurin upptornaður, og oljan hevur svitast. 11Nipnir standa bøndurnir, vínyrkismenninir vena seg yvir hveitina og byggið, tí at oyddur er gróðurin av jørðini; 12vínviðurin er følnaður, fikutræið upptornað, granattræið, pálmin og apaldurin, øll trø á markini eru upptornað, ja, skammiliga er horvin øll gleði frá mannanna børnum.
Bøn um hjálp
13Harmið í sorgarbúna, tit prestar, venið tykkum, tit, sum tæna við altarið; gangið inn, tit tænarar Guðs míns, og sitið har alla náttina í sorgarbúna, tí at grónoffur og droypioffur eru horvin úr húsi Guðs tykkara. 14Stevnið saman til heilaga føstu, boðið hátíðar stevnu; fáið saman hinar elstu og allar íbúgvar landsins í húsi Harrans, Guðs tykkara, og rópið til Harrans: 15Á slíkur dagur! Tí at nær er dagur Harrans og kemur eins og valdsgerð frá hinum alvalda! 16Er ikki maturin oyddur beint fyri eygum okkara og gleði og fagnaður horvin úr húsi Guðs várs? 17Frækornið liggur spilt undir flagnum; oydd liggja goymsluhús og bingini niðurbrotin, tí at kornið er oyðilagt. 18Á, hvussu fenaðurin stynjar! neytafylgini verða til einkis, av tí at tey einki beitilendi hava; eisini seyðafylgini koma burtur í einki. 19Til tín, Harri, rópi eg, tí at oytt hevur eldur øll hagabeiti; eldslogin sviðið av øll markarinnar trø. 20Ja, eisini djórini á víðavangi rópa til tín, tí at vatnið í áunum trýtur, og eldur hevur beint fyri hagabeitinum.

Currently Selected:

Jóel 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy