YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Jóhannes 10

10
Jesus, hin góði hirðin
1«Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki gongur gjøgnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðra staðni, hann er tjóvur og ránsmaður. 2Men tann, sum gongur inn gjøgnum dyrnar, hann er hirði hjá seyðunum. 3Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðirnir hoyra reyst hansara, og hann kallar seyðir sínar við navni og fer út við teimum. 4Tá ið hann hevur latið allar seyðir sínar út, gongur hann undan teimum, og seyðirnir fylgja honum, av tí at teir kenna reyst hansara. 5Men einum ókunnigum vilja teir ikki fylgja, men vilja heldur flýggja frá honum, av tí at teir ikki kenna reystina á hinum ókunnigu.» 6Hetta líknilsi segði Jesus teimum; men teir skildu ikki, hvat hann talaði til teirra um. 7Jesus segði tá aftur við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eg eri dyrnar hjá seyðunum. 8Allir teir, sum eru komnir undan mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðirnir hoyrdu teir ikki. 9Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. 10Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð. 11Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. 12Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur, 13av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar. 14Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, 15eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar. 16Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði. 17Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur. 18Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur. Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.» 19Tá varð aftur tvídráttur millum Jødanna út av hesum orðum. 20Og mangir teirra søgdu: «Hann hevur illan anda og er óður! Hví lurta tit eftir honum?» 21Aðrir søgdu: «Hetta eru ikki orð av manni, sum hevur illan anda. Kann illur andi lata upp eyguni á blindum?»
Jesus sigur seg vera Messias og eitt við faðirinum; men Jødar siga hann at spotta Guð
22So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. Tað var vetur. 23Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons. 24Tá umringaðu Jødarnir hann og søgdu við hann: «Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!» 25Jesus svaraði teimum: «Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; 26men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. 27Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, 28og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. 29Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. 30Eg og faðirin eru eitt.» 31Uppaftur tóku Jødarnir steinar at steina hann. 32Jesus tók tá til orða og segði við teir: «Mangar góðar gerningar havi eg sýnt tykkum frá faðirinum; fyri hvønn av hesum gerningum steina tit meg?» 33Jødarnir svaraðu honum: «Fyri góðan gerning steina vit teg ikki, men fyri gudsspottan og fyri tað, at tú, sum ert ein menniskja, gert teg sjálvan til Guð.» 34Jesus svaraði teimum: «Er ikki skrivað í lóg tykkara: Eg havi sagt: Tit eru gudar! 35Tá ið nú hann kallar teir gudar, sum Guðs orð kom til, og skriftin kann ikki vikast, 36siga tit tá við tann, sum faðirin halgaði og sendi í heimin: tú spottar Guð, tí at eg segði: eg eri sonur Guðs! 37Geri eg ikki gerningar faðirs míns, tá trúgvið mær ikki. 38Men geri eg teir, tá trúgvið gerningunum, um tit so ikki trúgva mær, til tess at tit mega vita og sanna, at faðirin er í mær og eg í faðirinum.» 39Tá royndu teir aftur at taka hann; men hann komst undan úr hondum teirra.
Jesus í Pereu
40Og hann fór aftur yvir um Jórdan, á tann staðin, har sum Jóhannes av fyrstu tíð doypti, og hann varð verandi har. 41Og mangir komu til hansara, og teir søgdu: «Jóhannes gjørdi víst einki tekin; men alt tað, sum Jóhannes segði um henda var satt.» 42Og mangir trúðu á hann har.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy