YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Jóhannes 1

1
Guðs orð er skapanarorðið
1Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. 2Hetta var í fyrstuni hjá Guði. 3Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. 4Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. 5Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.
Skapanarorðið var í heiminum og gjørdist menniskja
6Maður kom, sendur frá Guði, hann æt Jóhannes. 7Hesin kom til vitnisburðar, til tess at hann skuldi vitna um ljósið, fyri at allir skuldu trúgva við honum. 8Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. 9Hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju, var við at koma í heimin. 10Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin kendi hann ikki. 11Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. 12Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, 13sum ikki eru gitnir av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Guði. 14Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. 15Jóhannes vitnar um hann og rópar og sigur: «Hetta var hann, sum eg segði um: Tann, sum kemur aftan á meg, er komin undan mær; tí at hann var fyrr enn eg.» 16Tí at av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði; 17tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi. 18Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; hin einborni sonurin, sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjørt hann.
Doyparans vitnisburður
19Og hetta er vitnisburður Jóhannesar, tá ið Jødarnir sendu prestar og Levitar frá Jerúsalem til tess at spyrja hann: «Hvør ert tú?» 20Og hann ásannaði og noktaði ikki, og hann ásannaði: «Eg eri ikki Kristus.» 21Og teir spurdu hann: «Hvat tá? Ert tú Elia?» Hann sigur: «Ikki eri eg tað.» «Ert tú profeturin?» Og hann svaraði: «Nei.» 22Teir søgdu tá við hann: «Hvør ert tú? fyri at vit kunnu geva teimum svar, sum hava sent okkum. Hvat sigur tú um teg sjálvan?» 23Hann segði: «Eg eri rødd á einum, sum rópar í oyðimørkini: Gerið beinan veg Harrans, eins og Jesaja profetur hevur sagt.» 24Men teir, sum sendir vóru, vóru úr flokki Farisearanna. 25Og teir spurdu hann og søgdu við hann: «Hví doypir tú tá, um tú ikki ert Kristus, ei heldur Elia, ei heldur profeturin?» 26Jóhannes svaraði teimum og segði: «Eg doypi við vatni; mitt ímillum tykkara stendur hann, sum tit ikki kenna, 27hann sum kemur aftan á meg, sum eg ikki eri verdur at loysa tveingirnar hjá.» 28Hetta hendi í Betániu, hinumegin Jórdan, har sum Jóhannes doypti. 29Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: «Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! 30Hann er tann, sum eg segði um: Aftan á meg kemur maður, sum hevur verið undan mær; tí at hann var fyrr enn eg. 31Og eg kendi hann ikki; men fyri at hann skuldi verða opinberaður fyri Ísrael, tí eri eg komin og doypi við vatni.» 32Og Jóhannes vitnaði og segði: «Eg sá andan stíga niður av himni í dúgvu líki, og hann varð verandi yvir honum. 33Og eg kendi hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa við vatni, hann segði við meg: «Hann, sum tú sært andan stíga niður yvir og verða verandi yvir, hann er tann, sum doypir við heilagum anda.» 34Og eg havi sæð tað og havi vitnað, at hesin er sonur Guðs.»
Jesus fær sær lærusveinar
35Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara. 36Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: «Sí, Guðslambið!» 37Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus. 38Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, sigur hann við teir: 39«Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu við hann: «Rabbi (sum útlagt merkir: meistari), hvar býrt tú?» 40Hann sigur við teir: «Komið og síggið!» Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíma. 41Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum. 42Hann finnur fyrst bróður sín, Símun, og sigur við hann: «Vit hava funnið Messias» (sum er tað sama sum Kristus; tað er: salvaður). 43Og hann førdi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: «Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur.) 44Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: «Fylg mær!» 45Men Filippus var úr Betsajdu, bygd teirra Andriasar og Pæturs. 46Filippus finnur Natanael og sigur við hann: «Vit hava funnið tann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs úr Nasaret.» 47Og Natanael segði við hann: «Kann nakað gott vera úr Nasaret?» Filippus sigur við hann: «Kom og síggj!» 48Jesus sá Natanael koma til sín, og hann sigur um hann: «Sí, har er av sonnum Ísraelitur, sum ikki svik eru í!» 49Natanael sigur við hann: «Hvaðan kennir tú meg?» Jesus svaraði og segði við hann: «Áðrenn Filippus rópaði teg, sá eg teg, har sum tú vart undir fikutræinum.» 50Natanael svaraði honum: «Rabbi, tú ert sonur Guðs, tú ert kongur Ísraels!» 51Jesus svaraði og segði við hann: «Trýrt tú, tí at eg segði tær, at eg sá teg undir fikutræinum? Tú skalt síggja tað, sum størri er enn hetta.» 52Og hann segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu síggja himmalin opnan, og einglar Guðs stíga upp og stíga niður yvir menniskjusonin.»

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy