YouVersion Logo
Search Icon

Hitt almenna bræv Jákups 1

1
Heilsan
1Jákup, tænari Guðs og Harrans Jesu Krists, heilsar teimum tólv ættunum, sum eru spjaddar um í fremmandum londum.
Áminning um áhaldni í roynslum, um bøn í trúgv
2Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, 3við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð. 4Men tolmóðin eigur at fáa fullbúgvið verk, til tess at tit mega vera fullkomnir og albúnir, og tað ikki vantar á hjá tykkum í nøkrum. 5Men um einumhvørjum av tykkum fattast vísdóm, tá biði hann Guð, sum gevur øllum gjarna og uttan átalur, og honum skal verða givið. 6Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum. 7Tí at ikki má tann maður hugsa, at hann skal fáa nakað hjá Harranum, 8slíkur tvílyntur maður hann er, vinglutur á øllum vegum sínum.
Fátækur og ríkur
9Men hin lágt setti bróðirin rósi sær av hálæti sínum, 10men hin ríki av lágleika sínum; tí at hann skal hvørva burtur eins og blóma á grasi; 11tí at sólin kemur upp við brennandi hita og svíður grasið av og blóman á tí dettur av og vakurleikin í útsjónd hennara forferst. Soleiðis skal eisini hin ríki følna á vegum sínum.
Freistingar eru ikki frá Guði, sum bert gevur góðar gávur
12Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting; tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað teimum, sum elska hann. 13Eingin má siga, tá ið hann verður freistaður: «Eg verði freistaður av Guði;» tí at Guð er ikki freistaður av illum, og sjálvur freistar hann ongan. 14Men ein og hvør verður freistaður, tá ið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd. 15Síðan, tá ið girndin hevur gitið, ber hon synd; men tá ið syndin er fullbúgvin, føðir hon deyða. 16Villist ikki, elskaðu brøður mínir! 17Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi. 18Eftir sínum egna vilja føddi hann okkum við sannleiks orði, fyri at vit skuldu vera ein frumgróður av skapningum hansara.
Áminning um at hoyra Guðs orð og vera tí lýðin
19Tað vita tit, elskaðu brøður mínir! Men hvør menniskja veri snar til at hoyra, sein til at tala, sein til vreiði; 20tí at vreiði mans virkar ikki rættlæti fyri Guði. 21Leggið tí av allan óreinskap og allar leivdir av illskapi, og takið við spaklyndi móti orðinum, sum er gróðursett í tykkum og sum er ført fyri at frelsa sálir tykkara! 22Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar. 23Tí at um einhvør hoyrir orðið og ikki ger eftir tí, tá er hann líkur manni, sum skoðar sín náttúrliga andlitsskap í spegli; 24tí at hann skoðar seg sjálvan og fer avstað og gloymir við tað sama, hvussu hann sá út. 25Men tann, ið lítur inn í hina fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí, so at hann ikki verður ein gloymskur áhoyrandi, men ein, sum ger gerningin, hann skal verða sælur í verki sínum.
Sonn gudsdýrkan
26Um einhvør heldur seg dýrka Guð, og ikki hevur teymahald á tungu síni, men villleiðir sítt egna hjarta, tá er gudsdýrkan hansara ónýtt. 27Ein rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Guði og faðirinum er hetta: at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at varða seg sjálvan óspiltan av heiminum.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy