YouVersion Logo
Search Icon

Galatabrævið 1

1
Paulus heilsar kirkjuliðunum í Galatalandi
1Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ikki heldur við nakað menniskja, men við Jesus Krist og Guð faðir, sum vakti hann upp frá deyðum, 2og allir brøðurnir, sum eru við mær, til kirkjuliðini í Galatalandi: 3Náði veri við tykkum og friður frá Guði faðir og harra várum, Jesusi Kristi, 4sum gav seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at hann kundi bjarga okkum út úr hesum núverandi vánda heimi, eftir vilja Guðs og faðirs várs; 5honum veri heiðurin um aldur og allar ævir! Amen.
Paulus boðar tann einasta sanna gleðiboðskapin
6Eg undrist á, at tit so skjótt lótu tykkum venda burtur frá honum, sum kallaði tykkum við náði Krists, til ein annan gleðiboðskap, 7sum tó ikki er ein annar; men tað eru bert nakrir, sum gera tykkum í ørviti og vilja venda gleðiboðskapi Krists við. 8Men um so vit ella ein eingil frá himni boðar tykkum annan gleðiboðskap enn tann, sum vit hava boðað tykkum, tá veri hann bannaður! 9Sum vit áður hava sagt, so sigi eg nú uppaftur: Um einhvør boðar tykkum annan gleðiboðskap enn tann, sum tit hava tikið við, tá veri hann bannaður! 10Tali eg tá nú monnum til vildar, ella Guði? Ella royni eg at tekkjast monnum? Um eg enn vildi tekkjast monnum, tá var eg ikki tænari Krists.
Hesin boðskapur er frá Kristi, ikki frá monnum
11Men eg geri tykkum kunnigt, brøður, at tann gleðiboðskapur, sum er boðaður av mær, er ikki mannaverk; 12tí at heldur ikki eg havi fingið hann ella havi lært hann av nøkrum manni, men við opinbering Jesu Krists. 13Tit hava eyðvitað hoyrt um atferð mína áður í Jødadóminum, at eg óføra harðliga søkti at kirkjuliði Guðs og royndi at oyða tað. 14Og eg fór longur í Jødadóminum enn mangir javnaldrar mínir í fólki mínum, í tí at eg var nógv meira vandin um lærdómarnar frá fedrum mínum. 15Men tá ið tað líkaði Guði, sum longu frá móðurlívi hevði valt meg út og kallað meg við náði síni, 16at opinbera son sín í mær, til tess at eg skuldi boða gleðiboðskapin um hann heidninganna millum, tá ráðførdi eg meg ikki alt fyri eitt við hold og blóð, 17og fór heldur ikki niðan til Jerúsalem, til teirra, sum vóru ápostlar undan mær; men eg fór avstað til Árábiu og vendi síðan aftur til Damaskus. 18Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerúsalem fyri at verða kendur við Kefas, og varð verandi hjá honum fimtan dagar. 19Men nakran annan av ápostlunum sá eg ikki, men eina Jákup, bróður Harrans. 20Tað sum eg skrivi til tykkara, sí, Guð veit, at eg ljúgvi tað ikki. 21Síðan kom eg til bygdarløgini í Sýriulandi og Kilikíu. 22Men persónliga var eg tá ókunnigur hjá hinum kristnu kirkjuliðunum í Júdeu. 23Tey høvdu bert frætt sum tíðindi: «Hann, sum áður søkti at okkum, boðar nú gleðiboðskapin um ta trúgv, sum hann áður vildi oyða út.» 24Og tey lovaðu Guði fyri meg.

Currently Selected:

Galatabrævið 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy