YouVersion Logo
Search Icon

Efesusbrævið 1

1
Heilsan
1Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, til teirra heilagu, sum eru í Efesus, og sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi. 2Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Paulus prísar Guði fyri frelsuna við Kristi til Jødar og heidningar
3Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum hevur vælsignað okkum við allari andligari signing á himnagrundum í Kristi, 4líkasum hann útvaldi okkum í honum, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, at vit skuldu vera heilagir og lýtaleysir fyri ásjón hansara, 5við tað at hann frammanundan í kærleika ætlaði okkum til at hava barnakor hjá sær sjálvum fyri Jesu Krists skuld, samsvarandi góðtokka vilja síns, 6til prís fyri dýrdar náði sína, sum hann náðaði okkum við í hinum elskaða, 7sum vit hava endurloysingina í við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara, 8sum hann veitti okkum ríkliga í øllum vísdómi og viti, 9tá ið hann kunngjørdi okkum loyndardóm vilja síns, samsvarandi góðtokka sínum, sum hann frammanundan hevði sett sær fyri hjá sær sjálvum, 10um eitt húshald, sum hann vildi skipa, tá ið fylling tíðanna var komin, fyri aftur at sameina alt til eitt í Kristi, bæði tað, sum er í himlunum, og tað, sum er á jørðini, í honum, 11sum vit eisini hava fingið arvalut í eins og vit vóru ætlaðir til frammanundan, samsvarandi fyriskipan hansara, sum virkar alt eftir ráðagerð vilja síns, 12fyri at vit skuldu vera dýrd hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Krists, 13sum eisini tit, tá ið tit hoyrdu sannleiksorðið, gleðiboðskapin um frelsu tykkara, sum eisini tit, tá ið tit tóku við trúgv, vórðu innsiglaðir í við heilagum anda, sum okkum var lovaður, 14hann sum er pantur um arv okkara, til endurloysingar av ognini, dýrd hansara til prís.
Paulus takkar fyri trúgv Efesusmanna og biður Guð um, at teir mega vaksa í trúnni
15Tess vegna havi eg eisini, síðan eg hoyrdi um trúgv tykkara á Harran Jesus og um kærleika tykkara til øll hini heilagu, 16ikki hildið uppat at takka fyri tykkum, tá ið eg minnist til tykkara í bønum mínum um, 17at Guð várs harra Jesu Krists, faðir dýrdarinnar, má geva tykkum vísdóms og opinberingar anda, so at tit fáa kunnugleika um hann, 18og upplýsa hjartans eygu tykkara, so at tit mega skilja, hvør tann vón er, sum hann hevur kallað tykkum til, hvør tann dýrdar ríkdómur er, sum hann ætlar okkum at arva millum teirra heilagu, 19og hvør hin ómetaligi stórleikin í mátti hansara er viðvíkjandi okkum, sum trúgva, samsvarandi kraftini í veldis megi hansara, 20sum hann sýndi í Kristi, tá ið hann vakti hann upp frá deyðum og setti hann við høgru hond sína á himnagrundum, 21høgt oman fyri eitt og hvørt magn og ráð og vald og harradømi og eitt og hvørt navn, sum nevnt verður, ikki eina í hesum heimi, men eisini í hinum komandi, 22og legði alt undir føtur hansara og gav kirkjuliðinum hann sum høvdið yvir øllum; 23og kirkjuliðið er likam hansara og fyllist av honum, sum sjálvur fyllir alt í øllum.

Currently Selected:

Efesusbrævið 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy