Genesis 1
FB
1
Skapan heimsins
1Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. 2Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. 3Og Guð segði: «Verði ljós!» Og tað varð ljós. 4Og Guð sá, at ljósið var gott, og Guð skildi ljósið frá myrkrinum, 5og Guð kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði hann nátt. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fyrsti dagur.
6Og Guð segði: «Verði hválv í miðjum vøtnunum, og tað skilji vøtn frá vøtnum!» Og tað varð so. 7Guð gjørdi hválvið og skildi vatnið niðri undir hválvinum frá vatninum uppi yvir hválvinum; 8og Guð kallaði hválvið himmal. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – annar dagur.
9Og Guð segði: «Savnist vøtnini undir himmalinum á ein stað, so at turrlendið kemur undan!» Og tað varð so. 10Og Guð kallaði turrlendið jørð, og savnið av vøtnunum kallaði hann hav. Og Guð sá, at tað var gott. 11Og Guð segði: «Jørðin lati spretta av sær grønt gras, urtir við fræi í, og aldintrø, sum hvørt ber ávøkst, eftir sínum kyni við fræi í, á jørðini!» Og tað varð so. 12Jørðin læt spretta fram grønt gras, urtir við fræi í, hvørja eftir sínum kyni, og aldintrø, sum bóru ávøkst við fræi í, hvørt eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. 13Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – triði dagur.
14Og Guð segði: «Verði ljós á himmalhválvinum til at skilja dag frá nátt, og tey skulu vera til merkis og til at avmarka hátíðir, dagar og ár, 15og tey skulu vera ljós á himmalhválvinum til at lýsa á jørðina!» Og tað varð so. 16Guð gjørdi tey tvey stóru ljósini, hitt størra ljósið til at ráða um dagin og hitt minna ljósið til at ráða um náttina, og stjørnurnar. 17Og Guð setti tey á himmalhválvið at lýsa á jørðina, 18og at ráða degi og nátt og at skilja ljósið frá myrkrinum. Og Guð sá, at tað var gott. 19Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fjórði dagur.
20Og Guð segði: «Vøtnini yði í livandi skepnum, og fuglar fljúgvi yvir jørðina undir himmalhválvinum!» Og tað varð so. 21Og Guð skapaði hini stóru havdjórini og allar hinar yðjandi nøgdir av livandi skepnum, sum vøtnini yðja í, eftir teirra kyni og allar floygdar fuglar eftir teirra kyni. Og Guð sá, at tað var gott. 22Og Guð vælsignaði tey og segði: «Nørist og fjølgist og fyllið havsins vøtn, og fuglarnir fjølgist á jørðini!» 23Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fimti dagur.
24Og Guð segði: «Jørðin ali fram livandi skepnur, hvørja eftir sínum kyni, fenað, skriðkykt og villdjór, hvørt eftir sínum kyni!» Og tað varð so. 25Og Guð gjørdi villdjórini, hvørt eftir sínum kyni, og fenaðin eftir sínum kyni, alskyns skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. 26Og Guð segði: «Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!» 27Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey, 28og Guð vælsignaði tey, og Guð segði við tey: «Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini!» 29Og Guð segði framvegis: «Sí, eg gevi tykkum alskyns fræberandi urtir á allari jørðini og alskyns trø, sum bera ávøkst við fræi í; tey skulu tit hava til føði. 30Og øllum djórunum á jørðini og øllum himmalsins fuglum og øllum, sum skríður á jørðini, øllum tí, sum hevur lívsanda, gevi eg alt gras og grønar urtir til føði!» Og tað varð so. 31Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – sætti dagur.

©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

Learn More About BÍBLIA