Seinna Korintbrævið 12
12
Paulus sigur frá opinberingum sínum og um tornin í holdinum
1Eg noyðist at rósa mær, tó at gagnligt er tað ikki; men eg skal nú koma til sjónir og opinberingar frá Harranum. 2Eg veit um ein mann í Kristi, sum fyri fjúrtan árum síðan – um tað var í likaminum, veit eg ikki, ella uttan fyri likamið, veit eg ikki, Guð veit tað – varð ryktur burtur líka til triðja himmalin. 3Og eg veit um henda mann – um tað var í likaminum ella uttan likamið, veit eg ikki, Guð veit tað – 4at hann varð ryktur upp í páradís og hoyrdi ósigandi orð, sum tað ikki er loyvt eini menniskju at tala. 5Av slíkum vil eg rósa mær, men av mær sjálvum vil eg ikki rósa mær, uttan av máttloysi mínum. 6Tí at um eg vildi rósa mær, varð eg tó ikki vitleysur, tí at tað var sannleiki, eg segði. Men eg lati tað vera, fyri at eingin skal hugsa um meg út um tað, sum hann sær hjá mær ella hoyrir av mær. 7Og fyri at eg ikki skal gerast hugmóðigur av hinum miklu opinberingum, er mær givin ein tornur í holdið, ein Sátans eingil, at hann skal sláa meg, so at eg ikki skal gerast hugmóðigur. 8Um hann havi eg tríggjar ferðir biðið Harran, at hann skuldi fara frá mær. 9Og hann hevur svarað mær: «Náði mín er tær nóg mikið; tí at mátturin verður fullkomin í máttloysi.» Nógv heldur vil eg tí fegin rósa mær av máttloysi mínum, fyri at máttur Krists má taka sær búgv hjá mær. 10Tess vegna líkar mær væl í veikleika, í yvirgangsverkum, í neyð, í atsóknum, í trongdum fyri Krists skuld; tí at tá ið eg eri veikur, tá eri eg sterkur.
Paulus undirstrikar av nýggjum sín ápostulmyndugleika og sítt svikaloysi
11Eg eri vorðin vitleysur. Tit hava noytt meg til tess; tí at eg átti at hava fingið viðmæli frá tykkum. Tí at í ongum luti stóð eg aftan fyri hinar ovurstóru ápostlarnar, um eg so einki eri. 12Ápostlatekin vórðu jú gjørd tykkara millum í øllum tolmóði, bæði við teknum og undrum og kraftargerðum. 13Tí at í hvørjum vórðu tit settir lægri enn hini kirkjuliðini, uttan at tað skuldi verið í tí, at eg sjálvur ikki havi verið tykkum til byrði? Fyrigevið mær henda órætt! 14Sí, eg eri nú á triðja sinni ferðarbúgvin at koma til tykkara, og eg ætli ikki at verða tykkum til byrði; tí at eg søki ikki tað, sum tit eiga, men tykkum sjálvar. Tí at børnini eiga ikki at savna niður fyri til foreldrini, men foreldrini til børnini. 15Men eg vil fegin lata, ja, sjálvur verða latin fyri sálir tykkara. Verði eg tess minni elskaður, tess meira eg elski tykkum? 16Men lat so vera, at eg havi ikki verið tykkum til byrði; men so var eg svikafullur og tók tykkum við svikabrøgdum. 17Gjørdi eg mær tá vinning av tykkum við nøkrum av teimum, sum eg sendi til tykkara? 18Eg elvdi Titusi til at fara og sendi bróðurin við honum. Gjørdi Titus sær vinning av tykkum? Gingu vit ikki í sama anda? Stigu vit ikki í somu fótaspor?
Sítt sjálvrós hevur hann ætlað kirkjuliðinum til uppbyggingar
19Langt síðan eru tit farnir at halda, at tað er móti tykkum, vit verja okkum. Nei, fyri ásjón Guðs tala vit í Kristi. Men alt samalt, elskaðu mínir, tykkum til uppbyggingar. 20Tí at eg kvíði fyri, at tað kann vera, tá ið eg komi, at eg ikki skal hitta tykkum slíkar, sum eg ynski, og at eg skal verða hittur av tykkum slíkur, sum tit ikki ynskja, – at tað tykkara millum skal verða klandur, øvund, vreiði, svikráð, illmæli, sley, dramblæti, óskil, 21at Guð mín, tá ið eg komi, aftur skal eyðmýkja meg fyri tykkara skuld, og at eg skal syrgja um mangar av teimum, sum áður hava syndað og ikki hava umvent seg frá tí óreinskapi og ólevnaði og ólíkligskapi, sum teir hava havst við.
Currently Selected:
Seinna Korintbrævið 12: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society