YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Korintbrævið 9

9
Hvussu Paulus hevur nýtt frælsi sítt
1Eri eg ikki fríur? Eri eg ikki ápostul? Havi eg ikki sæð Jesus, harra okkara? Eru tit ikki verk mítt í Harranum? 2Eri eg ikki ápostul fyri øðrum, so eri eg tað, ið hvussu er, fyri tykkum; tí at tit eru innsiglið á ápostlaembæti mínum í Harranum. 3Hetta er vørn mín móti teimum, sum døma um meg. 4Hava vit ikki loyvi til at eta og drekka? 5Hava vit ikki loyvi til at føra eina systur við okkum sum konu eins og eisini hinir ápostlarnir og brøður Harrans og Kefas? 6Ella eru tað bert eg og Barnabas, sum ikki hava loyvi til at halda uppat at arbeiða? 7Hvør er nakra tíð í hertænastu fyri egnan kostnað? Hvør plantar víngarð og etur ikki ávøkst hansara? Ella hvør røktar eitt seyðafylgi og fær ikki at leska av mjólkini úr fylginum? 8Tali eg hetta bert á manna vísi, ella sigur ikki eisini lógin tað? 9Tí at skrivað stendur í Móse lóg: «Tú skalt ikki múlabinda oksan, tá ið hann treskir.» Munnu tað vera oksarnir, Guð hevur umsorgan fyri? 10Ella sigur hann tað ikki yvirhøvur fyri okkara skuld? Jú, tí at fyri okkara skuld varð tað skrivað, tí at tann, sum pløgir, eigur at pløga við vón, og tann, sum treskir, eigur at gera tað við vón um at fáa sín part. 11Hava vit nú sáað tað, sum andligt er, hjá tykkum, er tað tá nakað stórt, um vit heysta hjá tykkum tað, sum likamligt er? 12Hava aðrir henda rætt hjá tykkum, skulu vit tá ikki nógv meira hava hann? Men vit hava ikki nýtt henda rætt, men tola heldur alt, fyri at vit ikki skulu gera gleðiboðskapinum um Krist nakað til hindurs. 13Vita tit ikki, at teir, sum gera halgitænastur, fáa føðslu sína frá halgidóminum? Og at teir, sum tæna við altarið, fáa lut javnt við altarinum? 14Soleiðis hevur eisini Harrin skipað fyri, at teir, sum prædika gleðiboðskapin, skulu liva av gleðiboðskapinum. 15Men eg havi ikki gjørt nýtslu av nøkrum av hesum; og eg skrivi hetta heldur ikki fyri tað, at tað skal verða gjørt soleiðis við meg; tí at heldur vildi eg doyð, enn at nakar skuldi gera rós mítt til einkis. 16Tí at um eg boði gleðiboðskapin, tá er tað einki at rósa mær av; tí at ein neyðsyn liggur á mær; ja, vei mær, um eg ikki boðaði gleðiboðskapin! 17Tí at geri eg hetta av fríum vilja, tá fái eg løn; men geri eg tað ikki av fríum vilja, tá er tað eitt húshald, sum mær er litið til. 18Hvør er tá løn mín? At eg, tá ið eg boði gleðiboðskapin, geri tað fyri einki, so at eg ikki geri nýtslu av rætti mínum í gleðiboðskapinum.
Paulus hevur lagað seg eftir teimum ymisku til tess at føra tey til frelsu
19Tí at tó at eg eri fríur av øllum, havi eg gjørt meg sjálvan til træl hjá øllum, fyri at eg kann vinna tess fleiri. 20Og eg eri vorðin Jødum sum Jødi, til tess at eg kann vinna Jødar; teimum, sum eru undir lóg, eins og tann, sum er undir lóg, tó at eg sjálvur ikki eri undir lóg, til tess at vinna teir, sum eru undir lóg; 21teimum, sum eru uttan lóg, eins og tann, sum er uttan lóg, tó at eg ikki eri leysur frá Guðs lóg, men bundin í Krists lóg, – til tess at vinna teir, sum eru uttan lóg. 22Hinum veiku eri eg vorðin veikur, til tess at eg kann vinna hinar veiku. Øllum eri eg vorðin alt, til tess at eg, ið hvussu er, má kunna frelsa nakrar. 23Men alt geri eg fyri gleðiboðskaparins skuld, til tess at eg má fáa lut við honum.
Paulus hevur sum ítróttarmaðurin verið avhaldandi
24Vita tit ikki, at teir, sum renna kapp á skeiði, renna fullvæl allir, men ein fær sigursprísin? Rennið soleiðis, at tit mega fáa hann! 25Men ein og hvør, sum er uppi í kappleikum, er fráhaldandi í øllum; hinir fyri at kunna fáa forgongiligan krans, men vit óforgongiligan. 26So renni eg tá soleiðis, ikki líkasum upp á óvist; eg berjist eins og tann, sum ikki slær í bera luft. 27Men eg temji likam mítt og kúgi tað, fyri at ikki eg, sum havi prædikað fyri øðrum, sjálvur skal verða rikin aftur.

Currently Selected:

Fyrra Korintbrævið 9: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in