Fyrra Korintbrævið 8
8
Viðvíkjandi kjøti frá skurðgudaofrum
1Men viðvíkjandi kjøtinum frá skurðgudaofrunum, vita vit, at vit allir hava kunnugleika. Kunnugleikin blæsur upp, men kærleikin byggir upp. 2Um einhvør tykist at kenna nakað, tá kennir hann enn ikki soleiðis, sum hann eigur at kenna tað. 3Men um einhvør elskar Guð, tá er hann kendur av honum. 4Men viðvíkjandi áti av skurðgudaoffurkjøti, tá vita vit, at eingin skurðgudur í heiminum er til, og at eingin er Guð uttan ein. 5Tí at um so er, at sokallaðir gudar eru til, annaðhvørt tað so er í himni ella á jørð, soleiðis sum tað eru mangir gudar og mangir harrar, 6so er fyri okkum tó bert ein Guð, faðirin, sum allir lutir eru frá, og sum vit hoyra til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum allir lutir eru vorðnir til við, og vit við honum.
Frælsi teirra sterku í trúnni má ikki verða teim veiku til meinboga
7Tó er tann kunnugleikin ikki hjá øllum; men tað eru nakrir, sum eta tað sum skurðgudaoffurkjøt, av tí at teir higartil hava verið vanir við skurðgudar, og samvitska teirra, sum veik er, verður dálkað. 8Men matur gevur okkum ongan fyrimun hjá Guði; hvørki vinna vit nakað, um vit eta, ella missa vit nakað, um vit ikki eta. 9Men gevið gætur, at hetta frælsi tykkara ikki verður hinum veiku ein meinbogi! 10Tí at um einhvør sær teg, sum hevur kunnugleika, sita til borðs í skurðgudahúsi, man tá ikki samvitska hansara, sum veikur er, verða tilstuðlað til at eta skurðgudaoffurkjøt? 11Tí at hin veiki fer til grundar fyri kunnugleika tíns skuld, bróðirin, sum Kristus doyði fyri. 12Men tá ið tit soleiðis synda móti brøðrunum og sára veiku samvitsku teirra, tá synda tit móti Kristi. 13Av teirri grund vil eg, um matur er bróður mínum ein meinbogi, um aldur og ævir ikki eta kjøt, fyri at eg ikki skal vera bróður mínum ein meinbogi.
Currently Selected:
Fyrra Korintbrævið 8: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society