YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Korintbrævið 11

11
Konurnar skulu bera slør, tá ið kirkjufólkið kemur saman
2Eg rósi tykkum fyri tað, at tit í øllum lutum minnast til mín, og at tit halda fast við fyriskipanir mínar, soleiðis sum eg skipaði tykkum fyri. 3Men eg vil, at tit skulu vita, at Kristus er høvur hvørs eins mans; men høvur konunnar er maðurin, og høvur Krists er Guð. 4Ein og hvør maður, sum heldur bøn ella profeterar og hevur uppi á høvdinum, hann skemmir høvur sítt. 5Men ein og hvør kona, sum heldur bøn ella profeterar við berum høvdi, hon skemmir høvur sítt; tí at tað er eitt og tað sama, sum at hon hevði rakað sær. 6Um tí konan ikki vil hava um høvdið, tá lat hana eisini klippa sær av høvdinum; men er tað skomm fyri konu at klippa sær ella raka sær av høvdinum, tá havi hon um høvdið! 7Tí at maður eigur ikki at hava á høvdinum, við tað at hann er mynd og æra Guðs; men konan er æra mansins. 8Tí at ikki er maðurin av konuni; men konan av manninum. 9Og ikki heldur varð maðurin skapaður fyri konunnar skuld, men konan fyri mansins skuld. 10Av teirri grund eigur konan at hava eitt ráðstekin á høvdi sínum fyri einglanna skuld. 11Men í Harranum er tó hvørki kona uttan mann ella maður uttan konu. 12Tí at líkasum konan er av manninum, soleiðis er eisini maðurin við konuni; og alt samalt er tað av Guði. 13Dømið hjá tykkum sjálvum: Sømir tað konu at biðja til Guðs við berum høvdi? 14Lærir ikki sjálv náttúran tykkum, at tá ið maður ber sítt hár, tá er tað skomm fyri hann; 15men tá ið kona ber sítt hár, tá er tað æra fyri hana? Tí at hitt síða hárið er givið henni sum eitt slør. 16Men hevur einhvør hug at trætast um hetta, tá er slíkt ikki siður hjá okkum, ei heldur hjá kirkjuliðum Guðs.
Paulus minnir á at halda sømiligan altargang
17Men samtíðis sum eg fyriskipi hetta, rósi eg tykkum ikki fyri tað, at tit koma saman, ikki til tað betra, men til tað verra. 18Tí at fyrst so hoyri eg, at tað er ósemja tykkara millum, tá ið tit koma saman í kirkjuliðinum, og fyri ein part trúgvi eg tí. 19Tí at tað mega eisini vera serflokkar hjá tykkum, so at hini fullroyndu tykkara millum kunnu verða opinlýs. 20Tá ið tit so koma saman í felagi, er tað ikki at eta kvøldmáltíð Harrans; 21tí at við borðhaldið fær hvør sær sína egnu máltíð frammanundan, og situr so ein svangur, men annar ovfyllir seg. 22Hava tit tá ikki hús til at eta og drekka í? Ella vanvirða tit Guðs kirkjulið og gera teimum fyri skommum, sum einki eiga? Hvat skal eg siga við tykkum? Skal eg rósa tykkum? Fyri hetta rósi eg tykkum ikki. 23Tí at eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi latið tykkum fáa, at Harrin Jesus, ta náttina sum hann varð svikin, tók breyð, 24og takkaði og breyt tað og segði: «Hetta er likam mítt, sum er fyri tykkum; gerið hetta til mínar áminningar!» 25Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: «Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum; gerið hetta, so ofta sum tit tað drekka, til mínar áminningar!» 26Tí at so ofta sum tit eta hetta breyðið og drekka kalikin, boða tit deyða Harrans, inntil hann kemur. 27Hvør sum tess vegna etur breyðið ella drekkur kalik Harrans óverdugliga, hann verður sekur í likami og blóði Harrans. 28Men hvør maður viti eftir hjá sær sjálvum, og síðan eti hann av breyðinum og drekki av kalikinum. 29Tí at tann, sum etur og drekkur, hann etur og drekkur sær sjálvum til dóms, tá ið hann ikki ger mun á likaminum. 30Av teirri orsøk eru so mong ússalig og sjúk tykkara millum, og mong sovna burtur. 31Men dømdu vit um okkum sjálv, tá vórðu vit ikki dømd. 32Men tá ið vit verða dømd, verða vit revsað av Harranum, fyri at vit ikki skulu verða fordømd saman við heiminum. 33Tí, brøður mínir, tá ið tit koma saman at eta, tá bíði hvør eftir øðrum! 34Er nakar svangur, tá fái hann sær at eta heima, fyri at samkomur tykkara ikki skulu verða tykkum til dóms. Men um hitt skal eg skipa fyri, tá ið eg komi.

Currently Selected:

Fyrra Korintbrævið 11: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in