Fyrra Korintbrævið 10
10
Ísraels søga prógvar, at Guð ikki hevur hugnað í øllum, sum hoyra til Guðs fólk
1Men eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera ókunnigir við, at fedrar okkara vóru allir undir skýinum, og fóru allir yvir um havið, 2og vórðu allir doyptir til Móses í skýinum og í havinum, 3og ótu allir hin sama andliga mat, 4og drukku allir hin sama andliga drykk; tí at teir drukku av hinum andliga kletti, sum fylgdi teimum; men kletturin var Kristus. 5Men kortini hevði Guð ikki hugnað í hinum flestu teirra; tí at teir fullu í oyðimørkini. 6Men hetta tilbarst sum fyridømi fyri okkum, fyri at vit ikki skuldu tráa eftir tí, sum ilt er, eins og hinir tráaðu. 7Verðið ikki heldur skurðgudadýrkarar, eins og nakrir av teimum! Soleiðis sum skrivað stendur: «Fólkið settist niður at eta og drekka, og tey stóðu upp at spæla.» 8Latum okkum ikki heldur dríva hor, eins og nakrir av teimum drivu hor, og tað fullu á einum degi trý og tjúgu túsund! 9Latum okkum ikki heldur freista Guð, eins og nakrir av teimum freistaðu hann og vórðu týndir av slangum. 10Metist ikki heldur, eins og nakrir av teimum mettust, og vórðu oyðilagdir av oyðileggjaranum! 11Men alt hetta hendi tey sum fyridømi; men tað er skrivað okkum til ávaringar, sum endin á øldunum er komin til. 12Tí hyggi tann, sum heldur seg standa, um seg sjálvan, at hann ikki fellur! 13Tykkum hevur ikki onnur freisting verið fyri enn menniskjulig; men Guð er trúfastur, sum ikki vil loyva, at tit verða freistaðir út um tað, tit orka; men sum saman við freistingini eisini vil gera útgongdina út úr henni, so at tit kunnu halda tað út.
Hini kristnu eiga ikki at taka lut í skurðgudamáltíðini
14Fyri tað, elskaðu mínir, flýggið skurðgudadýrkanina! 15Eg tali til tykkara sum skilamenn; dømið tit sjálvir um tað, sum eg sigi. 16Signingarkalikurin, sum vit vælsigna, er hann ikki samfelag við blóð Krists? Breyðið, sum vit bróta, er tað ikki samfelag við likam Krists? 17Við tað at breyðið er eitt, eru vit, hinir mongu, eitt likam; tí at vit hava allir lut í hinum eina breyðinum. 18Hyggið Ísrael eftir holdinum! Hava ikki teir, sum eta ofrini, samfelag við altarið? 19Hvat sigi eg tá? At skurðgudaoffurkjøt er nakað? Ella at ein skurðgudur er nakað? 20Nei, men at tað, sum heidningarnir ofra, tað ofra teir illum andum og ikki Guði. Men eg vil ikki, at tit skulu koma í samfelag við hinar illu andarnar. 21Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik illu andanna; tit kunnu ikki hava borðhald við Harranum og borðhald við illu andunum. 22Ella tora vit at birta Harrans vreiði? Munnu vit vera sterkari enn hann?
Offurkjøt frá torginum er loyvt at eta, tó ikki teimum veiku til meinboga
23Alt er loyvt, men ikki er alt gagnligt. Alt er loyvt, men ikki alt byggir upp. 24Eingin søki sín egna bata, men tað sum er bati hjá øðrum! 25Alt, sum selt verður í kjøtbúð, etið tað og hugsið ikki meira um tað fyri samvitskunnar skuld! 26Tí at jørðin er Harrans og fylling hennar. 27Um einhvør av hinum vantrúgvu bjóðar tykkum, og tit vilja fara, tá etið av øllum tí, sum verður sett fram fyri tykkum, og hugsið ikki meira um tað fyri samvitskunnar skuld! 28Men um einhvør sigur við tykkum: «Hetta er offurkjøt,» tá etið ikki, fyri hansarar skuld, sum varaði tykkum við, og fyri samvitskunnar skuld. 29Samvitskunnar, sigi eg, ikki sína egnu samvitsku, men samvitskuna hjá hinum. Tí at hví skal frælsi mítt verða dømt av samvitskuni hjá øðrum. 30Um eg fái mær at eta við tøkk, hví skal eg tá verða illa sagdur fyri tað, sum eg takki fyri? 31Annaðhvørt tit tí eta ella drekka ella hvat tit gera, gerið tað alt til Guðs æru! 32Verið hvørki Jødum ella Grikkum ella Guðs kirkjuliði til meinboga, 33líkasum eg fyri mín part royni í øllum lutum at tekkjast øllum, við tað at eg ikki søki mítt egna gagn, men tað sum er hinum mongu at gagni, fyri at tey mega verða frelst.
11,1 Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fyri mín part eri Krists!
Currently Selected:
Fyrra Korintbrævið 10: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society