1
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:3-4
BÍBLIA
FB
Men hugsar tú tað, maður, sum dømir teir, sum slíkt gera, og gert sjálvur tað sama, at tú skalt sleppa undan Guðs dómi? Ella vanvirðir tú ríkidømið av góðsku hansara og tolmóði og langmóði, og veitst ikki, at Guðs góðska leiðir teg til umvendingar?
Параўнаць
Даследуйце Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:3-4
2
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:1
Tí hevur tú onga avsakan, maður, hvør tú so ert, sum dømir. Tí at við tað at tú dømir annan, fordømir tú sjálvan teg; tí at tú, sum dømir, gert sjálvur tað sama.
Даследуйце Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:1
3
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:11
Tí at hjá Guði er ikki mannamunur.
Даследуйце Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:11
4
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:13
Tí at ikki eru tey, sum hoyra lógina, rættvís fyri Guði; men tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd.
Даследуйце Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:13
5
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:6
hann sum skal gjalda einum og hvørjum eftir gerningum hansara
Даследуйце Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:6
6
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:8
men teimum, sum lata seg leiða av eginvild og eru sannleikanum ólýðin, men órættvísini lýðin, vreiði og illvild.
Даследуйце Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:8
7
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:5
Men við harðlyndi tínum og við iðrunarleysa hjarta tínum savnar tú tær sjálvum vreiði á vreiðinnar degi, tá ið Guðs rættvísi dómur verður opinberaður
Даследуйце Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 2:5